Keypmannahavn: Flaggdagshaldið, sum MFS skipaði fyri á Regensen, eydnaðist væl. Nógvir føroyingar møttu, og røða, sangur, kaffi, kaka, øl, rundvísing og prát elvdi til ein hugnaligan flaggdag. MYNDIR og VIDEO.
Keypmannahavn: Flaggdagshaldið, sum MFS skipaði fyri á Regensen, eydnaðist væl. Nógvir føroyingar møttu, og røða, sangur, kaffi, kaka, øl, rundvísing og prát elvdi til ein hugnaligan flaggdag. MYNDIR og VIDEO.
Tað er eitt sindur ilt at meta um, hvussu nógvir føroyingar vóru komnir saman í garðinum á Regensen í gjár. Til teirra, ið hava eina nærri staðfrágreiðing fyri neyðini, so liggur Regensen beint við síðunar av Rundatorni, sum er ein hin kendasti bygningurin í Keypmannahavn.
Unn Augustudóttir Krákustein flutti fram røðu (røðan verður lagt á heimasíðuna hvørja løtu), og segði hon millum annað í røðuni, at í Føroyum valdar eitt pylsuball. Undirtónin í hesum mann vera, at hon heldur at menn ráða ov nógv í Føroyum.
Eftir sang og røðu beyðst møguleiki at luttaka í rundvísing á Regensen, sum mann sigast at vera eitt serstakt og ikki minst áhugavert fyribrigdi. Regensen er ikki júst tað, vit seta í samband við eitt vanligt kollegie. Tað brýtur frá, meira enn Oyrasundskollegie brýtur frá øðrum donskum kollegiium.
Tá ið rundvísingin var liðug, var flaggdagshaldið ”alment” av á hesum sinni. Men nógvir føroyingar leitaðu sær eftir hetta í Føroyingahúsið, har tað varð skipað fyri Pubquiz, ið fyri tað allar mesta snúði seg um føroyska flaggsøgu og flaggsøgu annars.
Alt í alt, eitt væl eydnað flaggdagshald. – Sí myndir og video niðanfyri.




