Dagarnir gerast longri og ljósari og flaggdagurin nærkast og tí eisini afturvendandi flaggdagsrenningin, sum í ár er tann 27. í røðini. Bragdið skipar, sum vanligt, fyri renningini, og í ár verður tað enn stuttligari at luttaka. Børn og vaksin, roynd og óroynd fara at royna seg, virkir fara at kappast og fyri fyrstu ferð ætla vit at hava stuttleikarenning aftrat. Rutan er tann sama sum undanfarin ár. Vaksin renna 7 km og børn renna 1,3 km. Stuttleikarenningin er 3,5 km fyri børn og vaksin. Heiðursmerki verða latin til trý tey fyrstu í hvørjum bólki hjá børnunum og vaksnum og haraftrat fær vinnarin eitt gott gávukort. Tey, sum luttaka í stuttleikarenningini, eru øll við í lutakasti um góðar vinningar frá handlum og fyritøkum í býnum.
Dagarnir gerast longri og ljósari og flaggdagurin nærkast ogtí eisini afturvendandi flaggdagsrenningin, sum í ár er tann 27. í røðini.Bragdið skipar, sum vanligt, fyri renningini, og í ár verður tað enn stuttligariat luttaka. Børn og vaksin, roynd og óroynd fara at royna seg, virkir fara atkappast og fyri fyrstu ferð ætla vit at hava stuttleikarenning aftrat. Rutan ertann sama sum undanfarin ár. Vaksin renna 7 km og børn renna 1,3 km. Stuttleikarenningin er 3,5 km fyribørn og vaksin. Heiðursmerki verða latin til trý tey fyrstu í hvørjum bólki hjábørnunum og vaksnum og haraftrat fær vinnarin eitt gott gávukort. Tey, sumluttaka í stuttleikarenningini, eru øll við í lutakasti um góðar vinningar fráhandlum og fyritøkum í býnum.
Stuttleikarenningin er vælegnað til familjur við børnum, sumfegin vilja røra seg, uttan at kappast. Mammur, pápar, ommur, abbar, børn,gummur, mammubeiggjar, ja øll sum hava hug at luttaka. Eingin tíðtaking er tilhendan bólkin.
Umframt at tað er einstaklingakapping, er Flaggdagsrenningin eisini einkapping millum virkir, stovnar o.t. nevnd firmakapping. Lesið meira umfirmakappingina og kappingina annars, á heimasíðuni hjá Bragdinum,www.bragdid.fo
Nýtt í ár erstuttleikarenning og at vinnarar fáa gávukort, heldur enn steyp. Talan er umrættuliga góðar vinningar. Harafturat er lutakast, millum allar luttakarar, umgóðar vinningar.




