Dagurin í dag er av sonnum ein Merki’s-dagur og minnast vit á hesi hátíð – dagin tann 25. Apríl – fyri 69 árum síðan – tá flagg okkara vann sína viðurkenning meðan allur heimurin stóð í andaleypi, segði John William Joensen m.a. í Flaggrøðuni í góðveðrinum í Vágstúni
1940 er árið har sjálv demokratiska skipanin er um at fara fyri bakk.
Tann 9. apríl hertekur týskurin Danmark og Norra. Tríggjar dagar seinri tann 12. apríl herðtaka bretar Føroyar.
25. apríl verður Merkið viðurkent tá Føroya Løgting samtykkir at føroysk skip skulu flagga við Merkinum.
10. mai loypur Týskland á Frankarríki. – Sama dag fara eingilsmenn á land í Íslandi. Samstundis tekur Winston Churchill við sum forsætisráðharri í Stóra Bretlandi.
Fýra dagar seinri flýggjar hollendska drotningin saman við stórn síni til Onglands – og hollendsku deildirnar gevast við bardaganum móti Týsku yvirmaktini.
Tann 26. maj fara eingilsmenn undir at taka herðfólk sítt aftur av herðmótunum við Dunkirk.
Tveir dagar seinri leggja belgisku deildirnar vápnini og Belgien verður herðsett av týskum.
4. juni hevur Churchill tikið allar bretsku hermenn aftur av evropeiska meginlandinum.
Seks dagar seinri fer Italien í parti saman við Týsklandi og kunngerð krígsstøðu móti Onglandi og Frankarríkið. Sama dag leggja norsku hermennirnir vápnini og
Norra kemur undir týskt vald.
Tann 14. juni verður franski høvuðsstaðurin París hertikin av týskum.
Sama dag letur týska týningarlegan – Auschwitz – upp og hetta gerst byrjanin til ein tann áhugnaligasta kapitulin í mannasøguni.
10. juli byrja týska Luftwaffi at kasta bumbur yvir Ongland og bardagin um Ongland byrjar.
3., 5. og 6. august hertekur Stalin – Litava, Letland og Eystland. Tann 27. september undirskrivað Týskland, Italien og Japan eina avtalu sum bindir hesi trý Londini at berjast saman fyri at vinna allan heimin.
Við endan av 1940 er allur heimurin í ljósum logað og tað júst í hesum loganum at Merkið gerst flagg føroyinga – og føroyskar skútur við Merkinum á skipssíðuni fara undir at flyta fisk úr íslandi til Stóra Bretland.
Tað kostar at hava politiska sannføring
Hóast nógv er sagt og skrivað um føroysku flaggsøguna – so haldið eg at júst flaggsøgan prógvar at í Føroyum býr eitt fólk – sum er nakað heilt serligt í veraldarsøguni og sum tá á stendur megnar at standa sama – og fram um onnur lond finnur loysnir uttan dráp og fólkamorð.
Á fólkafundi uppá Klakki sjálvan grundlógardagin í 1904 – varð yrkingin hjá mæta skaldinum, Hans Andreas Djurhuus ”Ljós yvir landið” framborin á fyrsta sinnið:
Her sigur skaldið m.a. at: ”Saman at halda varð ei okkum givið,,,,” og hava hesið orð mangan verið havd á loftið – kanska serliga brúkt til at banka sambandsfólki í høvdið.
Tað er nú ikki altíð so lætt at búga í einum lítlum samfelag og hava eina greiða politiska sannføring:
Eg minnist ein dagin vit vóru í skúlaum – vit gingu nokk í triðja klassa – og í endanum av tímanum fór lærarin at fortelja okkum um læknastríði.
Vit lurtaðu við ovurhonds áhugað og tá hon var liðug at greiða frá var eg so næsadjarvur at spyrja – hvør byrjaði læknastríði??
Reaktiónin kom ”pronte”.
Hon ripaði peikipinnin í borði og rópti.
”Spyr pápa tín – Hann er sambandsmaður!!!”
Eg minnist tá eg kom heim til døgurða at eg spurdi pápa hvør byrjaði læknastríði – hann stóð sum eitt stórt spurnartekin – líkasum – hví hann skuldi blandast uppí tað!!!
Men orðini hjá Hans Andreas Djurhuus ” Saman at halda varð ei okkum givið” stand eftir míni metan í andsøgn til tað, sum júst Føroyingar hava avrikað hóst vit ikki eru so mangir.
Eitt lítið land í heimshøp
Í august mánaða 1990 – sama ár sum KÍ eftir oyðimarkargongd í 18 ár vann kappingina um løgmannssteypið fóru eg og ein vinmaður til New York og vóru ikki meira enn lendir í Sambandsríkinum – tá tíðindi bórust um at hermenn hjá Sadam Hussain høvdu hertikið lítla arabiska fyrstadømið Quaid.
Í pass eftirlitinum í John F. Kennedy floghavnini, verða vit steðgaðir – og ein illbrýntur amerikanskur eftirlitsmaður – hyggur kannandi eftir grøna passinum og sigur síðani alvarsamur:
– Tit hava pass sum siga at tit eru Faroese – men hetta kenni eg einki til!!.
– Eg royndi so við tí enska sum eg hevði lært frá Niclasen og Andrew Olsen í Ósáskúlanum at greiða frá hvar Føroyar vóru. At vit vóru undir donsku krúnuni – men at vit lógu í norður Atlantshavinum millum Skotland, Ísland og Norra.
Hugdi yvir á eitt stórt heimskort sum hekk á vegginum aftanfyri eftirlitsmannin – men kundi bara staðfesta at prikkarnir – sum skuldu vísa Føroyar als ikki vóru at finna á kortinum.
Royndi síðani at greiða frá : – Verry small contry – only 45 thousund people.
Eftirlitsmaðurin handar mær passið aftur – smílist – og sigur .
– Her í Kennedy lufthavnini starvast 40.000 fólk
Flaggsøgan
Flaggsøgan hjá hesum lítlað oyggjalandið byrjar tá føringafelags tíðin er í hæddini, og um hesa tíðina eru trý ymisk fløg í brúki.
Ríkisflaggið Dannebrog, merkið hjá løgtinginum Veðraflaggið og Tjaldursflaggið, sum var merkið hjá tjóðskaparrørsluni.
Søgan hjá Merkinum er næstan 100 ára gomul, tí merkið var longu sniðskapað í 1919 av trimum føroyskum studentum. Flaggspurningurin er av fyrstantíð ein sera viðkvamur spurningur og føroyingar ganga í fleiri bólkum.
Í 1905 er Fútin í øðini um at á einum fólkafundi í Klaksvík varð flaggað við norskum flaggi. Hetta skuldi verið farið fram á fólkafundinum í 1904 og hetta á sjálvum grundlógardegnum. Nógv blaðskriving spurgdist burtur úr hesum tilburðinum.
Í 1925 var eitt loysingarflagg sniðskapað við bláum krossi á reyðum dúki, men hetta flaggið fekk ikki stórvegis týdning.
Ólavsøkuaftan í 1928 dróg Jóannes Pætursson Merkið á stong á løgtingshúsinum. Flaggið hekk ikki leingið og lítið var gjørt brurtur úr hesum málinum og føroysku bløðini skrivað als ikki um hendingina.
Í 1930 kyknar stríði av álvara aftur. Føroyskir studentar stovnað eitt flaggfelag og flaggið varð nýtt í ymiskum sambandi m.a. útferðir.
Í Juli mánaða hetta árið hátíðarheldur Íslendska Altingið sín túsundáradag, og í hesum sambandi verður Merkið vundið á stong á Tingvøllinum. Danski forsætisráðharrn Thorvald Stauning gjørdist í øðini og kravdi føroyska flaggið strikað – og hetta varð gjørt.
Fram til hendan dag hevði Merkið verið rættiliga ókent. Sjálvstýrisfólk flaggaðu við Merkinum – sambandsfólk vístu tað frá sær, men eftir hendingina í Íslandi var drúgt politiskt eftirspæl heima í Føroyum.
Sjálvstýrsifólk kravdu nú at Merkið varð vundið á stong á Ólavsøku í Løgtinginum og eitt kvøldið varð Merkið vundi á stong á løgtingshúsinum og hekk uppí alla náttina.
Ólavsøkumorgun tók løgtingsformaðurin flaggið niður og vant Dannebrog á stong.
Tá tingmenn koma niðan úr kirkjuni eftir Ólavsøkuguðstæanstuna vóru teir fylgdur av einari kravgongu. Merkið varð hongt út gjøgnum vindeygað í tinghúsinum. Amtmaðurin gav boð um at handdtaka gerningsmannin, men áðrenn fútin var komin uppá loftið í tinghúsinum var flagglínan kvett og Dannebrog fall til jarðar.
Løgtingið fordømir ófriðin men nú hevði flaggspurningurin tvær ferðir innan fyri ein mánaða verið til stóra øsing. Í september mánaða kemur danski forsætisráðharrin – Thorvald Stauning – á vitjna har hann m.a. luttekur á løgtingsfundi. Men flaggmálið gjørdi at allir sjálvstýrislimirnir uttan tann eini noktaðu at møta á tingfundinum.
Forsætisráðharrin – Stauning – merkti hvussu uppøst støðan var og kom við hugskotinum um at halda eina fólkaatkvøðu um spurningin fyri at fáa frið um málið.
Hetta far undirtøku í løgtinginum og Sambandsflokkurin legði síðani fram uppskot um Fólkatkvøðu um ríkisrættarligu framtíð Føroya . Uppskotið varð samtykt við atkvøðunum hjá Javnaðarflokkinum og Sambandsflokkinum.
Hóast fólkatkvøðan varð samtykt í løgtinginum við undirtøku frá forsætisráðharranum bleiv hon ongantið til nakað . Tingmanningin hjá sjálvstýrisflokkinum sendi bræv til danska løgmálaráðharran har flokkurin gjørdi greitt at hann ikki ynskti fólkatkvøðu um málið og løgmálaráðharrin kemur til tað niðurstøðu at einki endamál er at hava eina fólkaatkvøðu tá Sjalvstýrisflokkurin ikki ynskti at luttaka.
Flaggstríði heldur fram og á ólavsøku í 1931 flaggar Dannebrog og Merkið lið um lið á tinghúsvøllinum.
30 ini eru eitt tíðaskeið har eingin semja er í løgtinginum um flaggspurningin.
Men í 1940 broytast umstøðurnar radikalt og eftir bretsku hertøkuna av Føroyum er greitt at Bretar kunnu ikki góðtaka at føroysk skip sigla undir Dannebrog – tí Týskarar høvdu hersett Danmark. Amtmaðurin mótmælti – men viðurkendi at trygdin hjá føroyingum var í vanda.
Bretar ivast tó í hvat flagg er rættast at brúka. Anja Andreasen skrivar í søgubók hjá um elstu politisku rørsluni í Føroyum – at eitt stutt tíðarskeið var talan um at nýta grøna dúk við hvítum krossi.
Men tá ein meiriluti í løgtinginum tann 25. apríl samtykkir at øll føroysk skip skuldu bera serligt hvít- reytt-blátt krossmerkið – Bleiv hetta flaggið ið bretar valdu at krevja. Men nú flaggið varð viðurkent var einkið flagg at síggja á tinghúsinum á Ólavsøku 1940. Hetta tí at menn voru um at fara til hendurs á tinghusloftinum. Úrslitið var at flagglínurnar vóru tiknar úr báðum flaggstongunum og goymdar.
Í samráðingunum við donsku stjørnuni í 1946 var føroyska flaggið viðurkent og allir politisku flokkarnir í Føroyum viðurkendu nú “sjálvstýrisflaggið” – Merkið – sum rætta føroyska flaggið.
Hóast trupulu tilgongdin mugu vit staðfesta at um somu tíð, sum allir heimsins borgarar fóru til hendurs í ragnarrokinum í seinra heimsbardaga – samdust Føroyingar um at standa sama um Merkið – og nú 69 ár eru liðin er krossmerkið fremsta samleikamerkið hjá okkum Føroyingum.
Ein ódnarnátt í veturin 1905-06
Merkið er krossmerkið – og passar sera væl til lindi í føroyinginum og fyri at lýsa hesa útsøgn skal eg fortelja eina stutta søgu sum eg fekk sendandi í telduposti fyri kortum.
Telduposturin var frá Jógvan Gerðalíð og í brævinum var ein søga, sum Naena Danielsen úr Syðrugøtu hevði skrivað – um ein útróðrartúr við seksmannafarinum ”Delfinen”. Hetta er á vetri 1905 ella 1906.
Naena Danielsen skrivar:
Pápi Poul A. Mikkelsen f.1819, saman við abba, Petur Paula í Barbistovu, og beiggjunum Mikkjal og Jógvan á Lakjuni, Jákup ommubeiggi og Líggjas á Fløttinum vóru á útróðri tá høg-ættað illveður bráddliga kom á teir.
Teir fingu línuna inn og róðu inn móti Borðoynesi. Tá var vindurin vaksin til rokstorm, kavarok og nógvan kulda.
Teir royndu at rógva inn Leirvíksfjørð, men tað var sovorðið rok, at tað vunnu teir ikki. Teir royndu so at rógva inn á Borðoyavík, men teir vunnu heldur ikki upp tann vegin.
Pápi var bara 15 ára gamal, og Mikkjal abbabeiggi var júst komin úr songini, hann hevði ligið við spansku sjúku, so manningin var ikki so væl fyri
Teir vunnu so heim undir "Hallaratanga" sum er beint innanfyri sjálvt Borðoyðanesi. Teir ankraðu upp har, línugróti varð bundið á mastratogini, og soleiðis lógu teir fyri íla alla náttina, saman við einum Leirvíksbáti.
Menninir løgdu seg oman á fiskin meðan abbi breiddi seglið yvir teir. Hann helt vakt alla náttina.
Hetta hevur ikki verið nøkur tespilig nátt. Afturat kavarokinum reyk eisini kavi úr berginum, niður yvir bátin.
Móti morgni, skákaði hann vindin vestur á og so fóru teir aftur at rógva, og vunnu at enda heim í Gerðastøð, og leitaðu upp húsa.
Mikkjal var nokk meira kendur og fór við teimum til húsini hjá Gardar, og bankaðu uppá.
Synirnir Hugo og Jakku svóvu ytst við dyrnar. Teir lótu upp og húsmóðurin Billa, tók væl ímóti teimum, og vakti øll húsfólkini. So bjóðaðu teir teimum heitar sengur at fara í.
Hetta kom væl við og pápi fór í songina hjá Billu. Teir nutu ógvuliga stóran blíðskap .
Gardar – húsbóndin – vakti bátsmenn sínar og fór við teimum eftir fiskinum, ið teir bóru allan vegin um Eiði og avreiddu til Símun í Tunghúsinum.
Hetta gjørdu teir av sínum eintingum, hóast geingið var sera ringt, tí jørðin var glerstoytt.
Síðan handaðu teir abba avreiðingarseðilin.
Út á fyrrapartin batnaði veðrið skjótt, og teir fóru aftur í bátin.
Tá teir komu aftur á Gøtuvík var stilli og tá teir komu aftur á støðna, varð bátur úr Norðagøtu flotaður. Hann var komin heim við Syðrugøtulandið kvøldi fyri og setti upp har – teir háttaðu sær ikki at leggja tvørtur um Lønna, so ringt var veðrið.
Tá ið teir høvdu fingið bátin í neystið lotaði longu av landsyningi.
Skjótt er Harranum um, skrivar Naena Danielsen í brævið sínum til Jógvan Gerðalíð.
Forfedrar vísa vegin
Soleiðis gjørdu forfedrar okkara tá vandi var á ferð og soleiðis veittu teir hvør øðrum hjálpandi hond tá brúk varð fyri tí.
Og lat hetta liggja okkum á sinnið – at hvíta, reyða og bláa krossmerkið er ikki hvat sum helst – tað er okkara merkið
Eins og í húsinum hjá Gardar og Billu hesa illveðursnáttina – eiga vit at at standa saman tá tað er neygðugt og serliga nú búskaparkreppa og brotasjógvar hótta allan sjónarkringin.
Kjak og ósemjir hoyra til eina livandi tjóð – men vit skulu DUGA at verða ósamd!!
JA – vit skulu TORA at verða ósamd og geva okkara hjartans hugsan til kennar.
Hettar er sjálvt grundarlagið undir demokratisku skipanini.
Takk fyri




