Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Flaggskipið fyrireikar seg til kappróðrarárið: KLAKSVÍKINGUR er næstan mannaður

Norðlýsið ÍTROTTUR

– Í løtuni hava 8 mans tikið endaliga avgerð um at verða við Klaksvíkingi í ár, so nú mangla bert 3, og vit arbeiða við málinum, sigur Oddur Olsen, róðursmaður á Klaksvíkingi, sum í ár fer at luttaka í tí spennandi 10-mannafarsróðrinum.

– Tað gongur bæði væl til tíðir minni væl, men samanumtikið eru útlitini góð!

Oddur Olsen, sum umframt at vera róðursmaður umborð á Klaksvíkingi eisini er formaður í Klaksvíkar Róðrarfelag, hevur bæði bein á jørðini, men hann tykist tó at hava gott mót um komandi kappróðrarár, sum uttan iva verður spennandi, so sum tað sær út í løtuni – tí í ár verður flaggskipið: 10-mannafarið KLAKSVÍKINGUR mannaður.

Sterk manning

Oddur kann í dag staðfesta, at higartil eru fylgjandi 8 mans klárir at taka ár í hond við Klaksvíkingi:

– Oddur Olsen,
– Svein Rógvi Nielsen,
– Jón Syderbø,
– Uni Oknadal,
– Leif Mikkelsen,
– Janus Dam Jacobsen,
– Magnus Norðberg og
– Debes Sivertsen

Tey, sum fylgja eitt sindur við í kappróðri, vita, at talan her er um bæði sterkar og royndar rógvarar, sum flestallir mundu vera við í manningini, sum í 2006 vann føroyameistaraheitið til Klaksvíkar.

– Nú mangla vit so 3 í at verða fullmannaðir, og tí verður arbeitt við í løtuni, sigur ein ikki sørt spentur Oddur Olsen, róðursmaður á Klaksvíkingi og formaður í Kl. Róðrarfelag.