Eftir at hava kannað málið tekur Føroya Løgmaður avstand til pástandirnar hjá Høgna Hoydal
Tíðindaskriv frá Løgmansskrivstovuni:
Seinastu dagarnar hevur verið frammi, at danskir myndugleikar á Rhodos hava givið einum gistingarhúsið, har føroyingar búgva, boð um, at Merkið skuldi vindast á stong niðri undir danska flagginum í somu stong.
Eftir at Løgmansskrivstovan hevur kannað málið hjá donsku uttanríkistænastuni kann staðfestast, at onki samband hevur verið millum nakran danskan myndugleika og gistingarhúsið. Stjórin avgjørdi av sínum eintingum at vinda Merkið á stong á henda hátt av tí, at ongin flaggstong var tøk. Føroysku gestirnir á gistingarhúsinum gjørdu vart við, at hetta var ikki vanligur flaggsiður, og mistakið varð síðani rættað.
At politikkur er komin í málið, og at danski uttanríkisráðharrin skal í Fólkatingið at svara §20-spurningi um málið er sera óheppið, sigur Jóannes Eidesgaard løgmaður.
“Eg havi bert rós at bera fyriskiparunum av oyggjaleikunum og eisini føroysku luttakarunum, ið hava klárað seg avbera væl higartil”, sigur løgmaður.




