Í døgunum 23. juni – 7. juli skipar Norðurlandahúsið fyri spennandi Flamenco tiltakið við luttøku av trimum yrkislistafólkum úr Spania, ið dagliga starvast innan flamenco.
Tiltakið verður í Atlantis í kvøld, týs. 24. juni
Flamenco tiltak
Tann: 24.06.
Klokkan: 20:00
Kostnaður: 100,- (framførsla)
Leikarar: Carmen Alvarez; dansari. Francisco Garcia; sangari og Juan Celi; guitarleikari.
Flamenco dansi skeið
Tann: 24.06.
Klokkan: 16:00
Longd: 02:00
Kostnaður: 150,- (Skeið og framførsla)
Tilmelding: tlf. 281810, ella via teldupost til husid@husid.fo
Tiltakið er partur av 25-ára hátíðarhaldinum hjá Norðurlandahúsinum og verða verkstovur og framførslur í Klaksvík, á Tvøroyri, í Nólsoy og á Sandi umframt í Norðurlandahúsinum og Sjónleikarhúsinum í Havn.
Á teim styttru verkstovunum fáa luttakararnir eina introduktión og høvi at royna síni kynstur innan flamenco dans og rytmu sum heild. Á tí longru verkstovuni í Norðurlandahúsinum verður harumframt høvi til at fáa frálæru í flamenco sangi og guitarspæli.
Framførslurnar leggja sjálvsagt størst dent á flamenco siðvenjuna, men av tí at dansarin, Carmen Alvarez , kennir til Føroyar og føroyskan tónleik hevur hon gjørt koreografi til ein sang hjá Eivør og ein hjá BUDAM og ætlar hon at framføra hesar dansir eisini.
Framførslan í Sjónleikarhúsinum 5. juli er partur av Summartónafestivalinum og verður eitt slag av jam-session, og áhugavert verður at síggja, hvat spyrst burturúr, tá ið føroysk og andalusisk mentan hittast.
Atgongumerki til framførsluna, á kr. 100,-, fáast á Shell-støðini í Klaksvík og við dyrnar.
Sí meir á: atlantis.fo




