Leikarar royndarvenja og onkur U-landsliðsleikari er møguliga á veg til annað felag.
ÍF hópurin er enn smalur og fleiri leikarar frá seinasta kappingarári hava ongan sáttmála. M.a. Alex dos Santos, John Daniel Guðjónsson, Poul N. Mikkelsen og Leivur Joensen. Greitt er, at felagið leitar eftir málverja og hesa vikuna er ein danskur málverji, sum hevur roynt seg til venjingar, men sum skilst er talan ikki um beinleiðis royndarvenjing, men heldur ein leikari, sum hevur spurt um at víst seg fram. Fyrr í vetur var Trygvi Askham uppá tal sum málverji í ÍF, men hann endaði í EB/Streymi. Afturat hesum hevur onkur B68 leikari verið til venjing hjá ÍF í vetur, men ógreitt er, um sáttmáli spyrt burturúr. Tveir fyrrverandi ÍF leikarar eru eisini settir í samband við hópin 2017. Teir eru Frank Poulsen og Bogi R. Petersen. Teir hava drigist antin skaðar ella verið uttanlands.
U21 landsliðsleikarin Leivur Joensen heldur møguliga ikki fram í ÍF. Tað ljóðar, at Skála er møguliga eitt nýtt felag hjá Leivi, sum býr á Strondum, í 2017.
ÍF endaði í 2016, 2015 og 2014 á 6. plássi í Effodeildini.




