Klaksvík
12°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fleiri fáa nú tíðindi á sosialum miðlum enn á tíðindamiðlum

Klæmint Klakk

Fyri fyrstu ferð nakrantíð fáa fleiri fólk tíðindi gjøgnum sosialar miðlar og videopallar enn á heimasíðum og appum hjá tíðindamiðlunum. Samstundis er álitið á tíðindi fallið niður á lægsta stigið, sum higartil er mált.

Tað vísir Digital News Report 2026 frá Reuters Institute, sum byggir á svar frá nærum 100.000 fólkum í 48 londum.

54 prosent siga, at tey fáa tíðindi gjøgnum sosialar miðlar og videopallar, meðan 51 prosent brúka heimasíður og appir hjá tíðindamiðlum. Sjónvarpstíðindi verða brúkt av 52 prosentum.

Samstundis veksur áhugin fyri tíðindasjónbondum. Nú siga 77 prosent, at tey hyggja at tíðindasjónbondum á netinum hvørja viku, og í 45 av 48 londum er hetta vorðið vanligari enn sjónvarpstíðindi.

Frágreiðingin vísir eisini, at vitlíki gerst ein nýggj tíðindakelda. Tíggju prosent brúka nú skipanir sum ChatGPT, Gemini og Perplexity til tíðindi. Millum fólk undir 35 ár er talið 16 prosent.

Álitið á tíðindi er tó minkað. Bert 37 prosent siga, at tey hava álit á tíðindum, sum er lægsta mátingin síðani 2015. Samstundis siga 62 prosent, at tey stúra fyri følskum og villleiðandi upplýsingum á netinum.

Hóast hetta ynskja flestu fólk framvegis óheft tíðindi. 45 prosent siga, at tey ynskja óheft og ópartísk tíðindi, meðan bert ein fimtingur helst vil hava tíðindi, sum samsvara við egnu sannføring.

Reuters Institute staðfestir, at tíðindamiðlar í dag kappast um uppmerksemi á sosialum miðlum og videopallum, samstundis sum teir royna at varðveita álitið hjá lesarum og hyggjarum.