Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fleiri gjaldskort sperraði

Felagið Peningastovnar

Danski kortveitarin Nets hevur seinastu dagarnar sperrað gjaldskort hjá fleiri føroyingum. Føroysku peningastovnarnir hava fingið boð um, at kortini eru sperrað av trygdarávum, orsakað av illgruna um, at kortupplýsingar kunnu verða komnar óviðkomandi í hendi. Sperraðu kortini eru av slagnum VISA/Dankort og til ber at kanna í Netbankanum, um kortið er sperrað.

Er kortið sperrað, verður heitt á viðskiftafólk at kanna, um møguligt misbrúk er farið fram, og um so er, at boða viðkomandi peningastovni frá skjótast tilber.

Nýggj kort verða, uttan kostnað, send viðskiftafólki innan 14 dagar.

Blíðar heilsanir,

Carl Herup Olsen

Felagið Peningastovnar

Harleyfacadeacryl