Nú byrjar havhestaunga tíðin. Komandi vikurnar fara uttan iva nógvir bátar at vita, um teir ikki fáa nakrar havhestaungar. Neyvan ganga nógvir dagar afturat, til havhestaungar verða at fáa til keyps. Og okkurt bendur á, at nógv er til at havhestaungum í ár. Tí í Klaksvík hava vit sæð fleiri havhestaungar í dag. Í Vágstúni lá ein, og Undir Fossum lá ein annar í góðveðrinum í dag, har myndirnar eru tiknar.




