Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fleiri heimsstjørnur á pall

mentan

Ítróttarhøllini á Hálsi nú leygarkvøldið 23. februar, dyrnar lata upp kl. 20.00

Ítróttarhøllini á Hálsi nú leygarkvøldið 23. februar, dyrnar lata upp kl. 20.00

Bólkurin hjá Toto sangaranum Bobby Kimball telur fleiri heimskendar tónleikarar, og sambært Kimball er hetta ein tann besti bólkurin, ið hann hevur havt.

Á konsertini, har Kimball bjóðar til intimkonsertir við hittløgunum frá Toto tíðini, hevur hann ein fimmansbólk við sær. Sjálvur syngur Bobby og spælir tangentar, men guitarleikarin Tommy Denander er eisini eitt navn í heimsflokki.

Denander hevur spælt á fleiri enn 2.000 útgávum við nøvnum sum: Michael Jackson, Paul Stanley, Alice Cooper, Ricky Martin, BB King, Don Henley, Sheryl Crow, David Coverdale, Carlos Santana, Jeff Beck, Jimmy Page, Westlife, Tokio Hotel, Steve Vai og Yngwie Malmsteen.

Eisini hin gittarleikarin, Sayit Dölen er kendur á altjóða tónleikapallinum og hevur spælt við m.ø. nøvnum, sum Katie Melua, Yngwie Malmsteen, Enrique Iglesias og Jimi Jamison.

Ken Sandin á bassi og kóri, Pontus Engborg á trummum og kóri og P-O Nilsson á tangentum kóri og sangi teljast millum bestu sviar á sínum ljóðførum, og hava nógvar royndir.

So nú er stund at gleða seg, til leygarkvøldið, tí tónleikaliga eru vit í sera góðum hondum, tá vit fara at syngja við til løg, sum Rosanna, Hold The Line og Africa, ið røddin á Kimball hevur fylt føroyskt útvarp og føroyskar stovur við seinastu 30 árini.

Harleyfacadeacryl