Vinnulívsfólk fingu frálíkt høvi at fáa fleiri spurningar svaraðar á sama matrikuli. Íverksetarahúsið og Hugskotið skipaðu í felag fyri ókeypis ráðgevaradegi í Klaksvík í dag
Tiltakið var fyri øll og er eitt tilboð um stutta ókeypis ein-til-ein ráðgeving. Serfrøðingar innan m.a løgfrøði, marknaðarføring, fígging og grannskoðan eru tilreiðar at geva tær 20 minuttir ókeypis ráðgeving ella sparring um tína fyritøku ella íverksetarahugskot.
Tiltakið varð fyriskipað á tann hátt, at tey uppmøttu kundu taka seðlar tey hugsaðu sær. Vildi ein hava løgfrøðisliga ráðgeving, so skuld seðilin við løgfrøðisliga serfrøðinginum takast.
Hesir ráðgevararnir vórðu at hitta:
- Óli Joensen frá grannskoðaravirkinum Januar.
- Niels Uni Dam, stjóri og ráðgevi í Nudlavirkinum.
- Eimi Fossdalsá og Elsu Reinert frá TAKS
- Birita Sandberg Samuelsen frá SÓKN Advokatum
- Mathea Hilduberg frá Vinnuframa.
- Vivi Egholm frá Framtak.
- Rógvi Rygshamar frá Betri banka
















