Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Fleiri ivamál eru í KÍ-hópinum

Jákup Ósá

KÍ hevði í kvøld sína dystardag-1 venjing á leikvøllinum í Tiraspol, har dysturin verður.

Sum skilst var grasvøllurin hampuligur at spæla á. Á KÍ-liðnum eru fleiri ivamál, men heilt vist er tað, at Claes Kronberg ikki fær spælt vegna skaða og at Latif ikki verður við, tí hann hevði ikki øll pappírini uppá pláss og bleiv tí vendur á flogvøllinum í Moldova fyrr í dag. Hann sleppur ikki inn í landið.

Vegard Forren, Heini Vatnsdal, René S. Joensen, Hallur Hansson og Páll A. Klettskarð eru millum teir, sum síðstu tíðina hava antin spælt lítið ella als ikki. Teir eru við á ferðini, so helst er ein møguleiki fyri, at teir flestu av teimum kunnu spæla.

Dysturin verður hóskvøldið kl. 18.00 . Leysasøgur ganga um, at hann verður vístur í KVF, men hetta er ikki komið á skránna á kvf.fo enn, so tað má takast við fyrivarni.