Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Fleiri KÍ-leikarar væntast klárir til TB-dystin

Jákup Ósá

KÍ verður væntandi nakað betri mannað til 1. umfar enn til stórsteypadystin, tá fýra av leikarunum, sum í fjør spældu nógv frá byrjan, ikki vóru í hópinum.

Jóannes K. Danielsen, Heini Vatnsdal, Jákup B. Andreasen, Mads B. Mikkelsen, Óli Ey. Poulsen og Jonn Johannessen vóru ikki í hópinum til stórsteypadystin, men hava allir vant við hesa vikuna, og tí er møguleiki fyri, at fleiri av teimum verða í hópinum sunnudagin. Hinvegin er ivamál um Deni Pavlovic til dystin móti TB, har pápi hansara er venjari eins og í 2019. Vegard Forren hevur leikbann.

KÍ-TB spæla sunnudagin kl. 15.00.