Tað kann skjótt henda komandi ár, sum ÍF hópurin sær út nú ella kemur at síggja út.
Gunnar Christiansen, Poul N. Mikkelsen, John Daniel Guðjonsson, Henry Heinesen og Kristoffur Jakobsen. Hesir klaksvíkingarnir skulu allir spæla við ÍF komandi ár. Harafturat ynskir ÍF sum skilst at fáa U21 landsliðsmálverjan Fríða Sigurðsson í sín hóp, men hetta er ikki komið uppá pláss enn. Og afturat hesum tykist møguleiki vera fyri, at eisini Ivan Joensen kann enda í ÍF. Tí kunnu møguliga 7 klaksvíkingar fara at umboða ÍF komandi ár. Greitt er í øllum førum, at 5 av teimum hava sáttmála. Hyggja vit so eftir, hvørjir fuglfirðingar hava sáttmála, so eru tað í løtuni 5 fuglfirðingar, ið hava sáttmála. Teir eru Andrias Poulsen, Leivur Joensen, Ari Ó. Ellingsgaard, Jan Ó. Ellingsgaard og Dánjal á Lakjuni. Av hesum hevur ungi Andrias lítlar og ongar royndir í bestu deildini og stendur mest sannlíkt aftanfyri klaksvíkingarnar í røðini um spælitíð.
Tískil eru tað í løtuni eins nógvir klaksvíkingar sum fuglfirðingar, ið hava sáttmála við ÍF og hóast fleiri sáttmálar kunnu blíva gjørdir afturat við bæði fuglafirðingar og/ella klaksvíkingar, so er als ikki óhugsandi, at tá ÍF fer at spæla komandi ár, so vera fleiri klaksvíkingar enn fuglfirðingar í uppstillingini.
Ein heldur sjáldsom støða, ið eisini verður spennandi at fylgja. ÍF endaði á 6. plássi í ár.
Fakta um ÍF hópin pr. dags dato:
Fuglfirðingar: 5 leikarar
Klaksvíkingar: 5 leikarar




