Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fleiri NATO-hernaðarskip í Føroyum

Jóhann Lützen

6 NATO-hernaðarskip síggjast í løtuni kring Føroyar. Talan er um venjingar.

Tað kom heldur knappliga, og fyri flestu føroyingar óvart, á, at brádliga sóust ikki færri enn 6 herflotaskip í føroyskum sjóøki. Tey eru úr Týsklandi, Canada, Hollandi og Portugal. Men ongin orsøk er til at fara í panikk, sigur vakthavandi. Talan er um venjingar, ið ikki fara fram í Føroyum; skipini skulu bara sigla gjøgnum føroyskt øki til og frá venjingini.

Norðlýsið hevur verið í sambandi við vakthavandi, ið sigur frá, at skipini hava fingið loyvi til hetta. Men tøgn hevur verið um tað, og tí hava føroyingar ikki vitað nakað um hetta, fyrrenn skíggjaskot (screenshots) frá Marine Traffic sóust á sosialu miðlunum.

NATO hevur gjørt alt eftir bókini. Teir hava sent umsókn til Arktisk Kommando, ið hevur sent tey víðari til Landsstýrið, ið so hevur givið grønt ljós til at sigla gjøgnum føroyskt øki. Greitt verður eisini frá, at skipini ikki leggja inn í Føroyum, og eiheldur fara venjingarnar fram í føroyskum sjóøki.

Hóast sagt verður, at onki er at óttast, man hendan óvæntaða gjøgnumsiglingin kortini fortelja Føroya fólki, at veruleikin kemur tættari og tættari uppá okkum.

Venjingarnar vera frá 6. juni og fram til 14. juni, og skipini eru á veg til Íslands.

Vakthavandi á MRCC veit omanfyristandandi at siga, men vísir annars til Arktisk Kommando.