Harleywoodpaint

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fleiri norsk frálandsskip mugu høggast upp ella leggjast

Helgi Abrahamsen

“Norsku reiðaríini í frálandavinnuni verða noydd at høgga fleiri skip upp fyri at sleppa burturúr núverandi trupulleikunum.” Tað sigur Karl-Johan Bakken, stjóri í Farstad Shipping, eftir eitt hálvár, har niðurskrivingar góvu reiðarínum eitt dundrandi undirskot.

“Tað er bert ein loysn á trupulleikunum hjá norsku frálandareiðaríunum í løtuni,” sigur Karl-Johan Bakken, stjóra í Farstad Shipping. “Neyðugt er at høgga upp. So einfalt er tað,” sigur hann við norska blaðið Dagens Næringsliv.

Tilmælið um at høgga fleiri skip upp kom sama dag, sum hansara egna reiðarí almannakunngjørdi eitt undirskot á 961,7 mió. norskar krónur fyri ársins fyrstu seks mánaðir.

Orsøkin til stóra hallið stavar í høvuðsheitum frá niðurskrivingum á 862,5 mió. norskar krónur. Felagið hevur samstundis eina skuld á umleið tvær mia. norskar krónur, sum falla til gjaldingar innan annan ársfjórðing av 2017.

Í eini roynd at hjálpa Farstad Shipping úr kreppuni, eru lánveitararnir gingnir við til at geva felagnum ein skáa til 1. oktober. Reiðaríið hevur harumframt sjálvt lagt 15 av 58 skipum fyri teym og fleiri eru á veg, skrivar DN.no.

Nú vónar Karl-Johan Bakken, at kappingarneytarnir gera tað sama – antin høgga fleiri skip upp ella leggja tey. Hann heldur tó, at gongdin so smátt kann venda til tað betra, eftir skjótt tvey ár við lágum oljuprísum.

“Eitt rák til tað betra fer helst at henda á olju- og gassmarknaðinum. Men kappingin verður harðari,” sigur hann við Dagens Næringsliv.

Farstad Shipping er í løtuni í tingingum við møguligar íleggjarar og partnarar, stendur í hálvársroknskapinum.

(kelda: antares.fo – sum hevur søguna frá shippingwatch.dk)