Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fleiri nøvn á Frigg

Frigg

Tann nýggi tónleika- og menturnarfestivalurin leggur í dag 6 nýggj nøvn afturat skránni. Bubbi Morthens, Greta Svabo Bech, Vök, Small Time Giants, Nine Miles South og Hanus G. Johansen er tey seks nýggju nøvnini á ársins Frigg Festival, sum fer av bakkastokki tann 9.-10. mai.

Tann nýggi tónleika- og menturnarfestivalurin leggur í dag 6 nýggj nøvn afturat skránni.

Bubbi Morthens, Greta Svabo Bech, Vök, Small Time Giants, Nine Miles South og Hanus G. Johansen er tey seks nýggju nøvnini á ársins Frigg Festival, sum fer av bakkastokki tann 9.-10. mai.

BUBBI MORTHENS (IS)

Hvør kennir ikki poetin, proletarin og protestsangaran, Bubba Morthens, sum við bólki fer at framføra á Frigg Festivalinum. Og tað verður ivaleyst ein stór løta í Kongens Have, tá ið Bubbi fer at syngja Tað er gott at elska og Summi droyma um gull og grønar skógir, men at kærleikin og kvinnan eru vakrari at hava í huganum.

Hann veit tað. Hann hevur upplivað tað. Hann hevur skrivað um tað. Sangir um hvussu lívið kann vera. Hjá tí vanliga manninum í samfelagnum.

Tann elskaði og áhugaverdi sangarin hevur síðani sína fyrstu plátuútgávu í 1979 og tríati eftirfylgjandi útgávur verið av allarstørstu yrkjarum og tónlistamaður í Íslandi.

Á skaldabaki Pegasusar reið Bubbi á punkbylgjuni á víddunum í Íslandi í 80 árunum. Hann fekk vulkanoynna at rocka í 90 árunum og um aldarmundið var hann mettur at vera størsti trubadurur í landinum.

GRETA SVABO BECH (FO)

Greta er ókrúnaða føroyska elektro-drottningin. Í 2012 rúnarbant hon Dance heimin við síni ljósu sangrødd, tá hon legði rødd til Raise Your Weapon hjá Deadmau5. Hetta førdi til eina Grammy Award tilnevning. Síðani hevur hon roynt seg sum sangskrivari, ið m.a. hevur ført sangin “My Love” hjá Cher frá 2013 við sær.
Eftir at hava gjørt mest upbeat elektropop, er tónleikurin hjá Gretu Svabo Bech nú meira downbeat alternativur poppur, ið til tíðir minnir um stílin hjá donsku Agnes Obel. Greta Svabo Bech er heilt víst eitt spennandi navn, sum vit koma at hoyra nógv meira til í framtíðini og sum tú ikki vilt missa á ársins Frigg Festivali.

VOK (IS)

Vök (IS) er ein elektronisk trio úr Hafnarfirði í Íslandi. Tey vunnu tí árligu tónleika kappingina, Músíktilraunir, í marts 2013. Margrét Rán og Andri Enoksson stovnaðu bólkin fyri einum góðum ári síðani eftir at hava spælt tónleik saman í eina tíð, meðan triði limurin í bólkinum, Ólafur Alexander, kom stutt eftir í bólkin, og Vök varð veruleiki. Vök hava megnað at skapt stóran áhuga á tí fjølbroytta tónleikapallinum í Reykjavík. Tey blanda saman bleytan elektroniskan tónleik og melodiøsar røddir, og hava verið samanborin við The XX. Gleð teg til eitt tað mest spennandi nýggja navnið frá tí íslendska elektropallinum.

SMALL TIME GIANTS (GR)

Small Time Giants er eitt sera áhugavert alternativt grønlendskt rocknavn , sum eru við at fáa hjólini at mala á evropeiska meginlandinum. Fleiri róstar konsertir bæði innan- og uttanlanda, vitna um ein bólk við bæði sál, nossum og vantandi pli á pallinum. Small Time Giants spæla fjøltáttaðan kenslubornan postrock við skeivum tónum, bæði akusiskum og elektoniskum trummum og eini røð av ljóðupptøkum úr Grønlandi. Bólkurin er mannaður av trimum grønlendarum og einum dana. Small Time Giants vunnu Koda Talent virðislønina í 2013 fyri at vera komin við nýggum háttum at framføra tónleik.

NINE MILES SOUTH (FO/UK)

Nine Miles South, við dansk-føroyska oddamannainum Sebastian Mikkelsen, hava spælt runt um í Onglandi við kendum bólkum og artistum so sum Alabama 3 (bólkurin ið skrivaði ‘The Sopranoes’ tema sangin), Pete Friesen (guittarspælarin hjá Alice Cooper og Bruce Dickinson) og fleiri øðrum viðurkendum kunstnarum. Ungi menninir í bólkurin er fyri stuttum komnin heim úr Italia, har teir hava tournérað. Í løtuni er bólkurin í studio í Onglandi, har teir eru í holt við at innspæla eina nýggja fløgu, so teir eru tilreiðar við nýggjum tilfari í vár, har fleiri spennandi gig bíða teimum. Eitt teirra verður á Frigg Festivalinum í Kongens hava í mai mánaði.

HANUS G JOHANSEN (FO)

Hanus G. Johansen er kendur sum vísusangari og hevur millum annað tulkað norska yrkjaran Jakob Sande. Hann hevur eitt nú spælt við Aldubáruni og eisini sungið saman við Frændum. Hanus er tó mest kendur fyri at hava tulkað og endurskapt áhugan fyri yrkingunum hjá føroyska skaldinum Poul F. og hevur Hanus í meiri enn 25 ár smíðað løg og sett dám á fleiri av yrkingunum hansara. Hóast Hanus hevur verið virkin í mong ár, er hann framvegis aktuellur og telist hann í millum tey fremstu listafólkini í Føroyum nakrantíð, í 2013 bleiv hann heiðraður við Sømdargávu Landins frá Mentamálaráðnum og gamlaárskvøld fekk hann seina menturnarvirðisløn frá Klaksvíkar Kommunu.

Harleywoodpaint