Í samband við at landssjúkrahúsið lat tóma kistu út av húsinum í samband við jarðarferð, sum skuldi vera í Klaksvík, sigur Poul Gert Hansen, sjúkrahússtjóri, at fleiri oheppin fyribrigdi vóru atvoldin.
Í fyrsta lagi, sigur Poul Gert Hansen, hendi tað, at maðurin, sum kom úr Klaksvík eftir kistuni kom til skeiva hurð. Hann koyrdi líkvognin til høvuðsdyrnar og kom inn og segði at hann var komin eftir eini kistu.
Kapellið er niðanfyri landssjúkrahúsið og tað var har, kistan við tí deyða stóð. Harafturat bar so á, at ein avloysari tók ímóti og hann helt at viðkomandi, sum kom úr Klaksvík skuldi hava eina tóma kistu úr goymsluni hjá landssjúkrahúsinum. Vanliga venda lokini á kistunum, sum eru á goymslu við botninum upp, men á hesu kistini, sum tikin varð, lá lokið á, sum tá jarðarferð vanliga er.
Poul Gert Hansen sigur víðari, at tað undrar hann at teir báðir ikki vóru sannførdir um at kistan var tóm, tí teir skuldu lyfta hana av vogninum og upp í líkbilin og til tað krevst vanliga at fýra mans eru tøkir.
Við Poul Gert Hansen søgdu vit eisini, at Niels Pauli Danielsen prestur hevði sagt okkum, at pappírini, sum prestur skuldi hava í samband við jarðarferðina vóru fest á kistuna. Til hetta sigur Poul Gert Hansen, at tað kann ikki passa, tí kistan var tikin av goymsluni og har vera pappírini til eina jarðarferð ikki goymd.
Blómuhandlarnir øðrkymlaðu
Poul Gert Hansen leggur afturat: Fyri stuttum var frammi í fjølmiðlunum um tvær kistur til jarðarferð, onnur til Fuglafjørð og hin til Oyri á Eysturoynni vóru umbýttar. Eg havi síðani onki sæð um orsøkina til umbýtið í fjølmiðlunum, men nýta høvi at siga, at orsøkin til tað umbýtið var, at báðar kisturnar stóðu í kapellinum, tá stóð kapellið vanliga opið.
Blómuhandlarar í Havn høvdu verið og lagt kransar og blómur við kisturnar og høvdu tikið feil av kistunum. Hetta hevði síðani við sær, at teir, sum fóru avstað við kistunum gingu eftir nøvnunum sum stóðu á kransum og blómutyssum og fingu tí skeiva kistu við avstað aftur.




