Í gjár, fríggjadagin og hósdagin sóust stór skalvalop vera farin oman eftir Kunoyarnesi. Ógvusligt var tað á at líta. Okkurt av lopinu var farið nærum allan vegin úr erva og oman á sjógv.
Hóast tað, so hava vit ikki frætt um at menn hava mist seyð har í hesum kavanum.




