Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fleiri sløg av gisting útseld

Danial Viðoy

Seinastu dagarnar hevur sølan av atgongumerkjum og gisting á G! gingið sera væl.

Seinastu dagarnar hevur sølan av atgongumerkjum og gisting á G! gingið sera væl.

Tað skrivar G! Festivalurin í tíðindaskrivi til miðlarnar:

Fleiri sløg av gisting eru útseld, eitt nú skúlastovurnar, og nýggja tilboðið um at gista í uppsettum rúmi í skúlahøllini.

Men húsvognar við síðutjaldi í Familjukampingini í Syðrugøtu eru eisini útseldir meðan bert heilt fá pláss eru eftir til húsvognar uttan síðutjald í Syðrugøtu.


Vanliga tjaldingarøkið er somikið stórt, at tað enn eru pláss eftir, men eisini her gongur sølan sera væl. Eins og atgongumerkjasølan hevur gingið strúkandi.