Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fleiri spreingingar í Brússel

Helgi Abrahamsen

Fleiri spreingingar hava í morgun verið í Belgiska høvuðsstaðnum Brússel.

Fyrst var tað á flogvøllinum, at tvær spreingingar vóru og seinni varð boðað frá eini spreinging á eini metrostøð, ið liggur einans 300 metrar frá høvuðsborgini hjá ES-kommissjónini.

Brússel hevur seinastu dagarnar verið í brennideplinum orsaka av umfatandi antiyvirgangsatsóknum. Leitað verður eftir einum av teimum mistonktu frá álopunum í Paris í november, og fríggjadagin eydnaðist politinum at handtaka Salah Abdeslam, ið er mistonktur fyri at vera høvuðsmaður aftanfyri álopini í Paris.