Seinasta mánaðin eru fleiri stuldursmál í Klaksvík meldaði til løgregluna. Talan er um stuldur í handlum og á hárfríðkanarstovum í býnum, har illgerðarfólkið hevur verið inni aftaná arbeiðstíð og stolið fleiri túsund krónur.So seint sum í gjár varð enn eitt mál fráboðað løgregluni.
Síðani fyrst í januarmánaða eru fleiri stuldursmál meldaði til løgregluna. Talan er um stuldur í handlum og á hárfríðkanarstovum í Klaksvík, har illgerðarfólkið hevur verið inni og stolið fleiri túsund krónur. So seint sum í gjár varð enn eitt mál fráboðað løgregluni. Frá løgreglustøðini frætta vit, at stuldurin er væl fyriskipaður og at málini verða kannaði. Sum skilst er illgruni til onkran, men løgreglan vil tó fegin frætta frá fólki, sum hava lagt merki til eitthvørt illgrunasamt, sum kann hava samband við stuldurin.
Í Tógvhandlinum hjá Vimu er stuldur framdur tvær ferðir seinasta mánaðin. Báðar ferðir er talan um eitt illgerðarfólk, sum hevur verið inni í handlinum aftaná arbeiðstíð. Vima Leivsgarð, sum eigur tógvhandilin, greiðir frá, at hetta er ein óhugnalig støða at koma í.
– Vit hava ansað so væl eftir, at alt er læst og at øll vindeygu eru latin aftur, tá vit fara heim. Men tað slepst ikki uttanum, at tað er óhugnaligt at koma til arbeiðis um morgunin og ikki vita, hvat bíðar einum inni í handlinum, sigur hon. Vima hevur havt handil í 15 ár og er hetta fyrstu ferð, at nakað líknandi er hent.
– Tað óhugnaliga er eisini, at einki tekin er um nakað innbrot. Einki vindeyga er brotið og eingin hurð stendur opin. Tað ger okkum sjálvandi eitt sindur óttafullar, fortelur hon.
Í klædnahandlinum Image er peningur eisini stolin aftaná arbeiðstíð. Durita Joensen, sum er ein av eigarunum, sigur, at hetta eisini er fyrstu ferð, at peningur er burturblivin á hendan hátt.
Eins og í tógvhandlinum hevur heldur einki tekin verið um innbrot hjá teimum. Allar hurðar eru læstar og eingi vindeygu eru brotin, men hóast hetta er peningur tikin.
– Støðan hevði verið eitt sindur øðrvísi, um ein hurð stóð opin ella eitt vindeyga var brotið. Tá viðkomandi kann fara inn í fleiri handlar á hendan hátt, so kann eingin kenna seg tryggan í býnum, heldur hon.
Tað er ikki einans í hesum báðum handlum, at stuldur hevur verið framdur. Sum skilst er stolið úr fleiri øðrum handlum og eru hesir tilburðir eisini meldaðir til løgregluna.
Vit hava frætt frá øðrum handilsfólkum í býnum, sum halda hetta verða sera keðiligt og óhugnaligt. Sum heild kenna tey seg ótrygg og vilja tí heita á øll, sum hava lagt merki til okkurt illgrunasamt, um at venda sær til løgregluna, so málið kann verða uppklárað sum skjótast.
Hevur tú sæð ella hoyrt okkurt, sum kann hava samband við stuldurin, so kanst tú venda tær til løgregluna á telefon 351448.




