Nú nýggja árið er í sínum 5. degi eru longu tvey nýggj tilboð givin føroyingum í hesum árinum um keyp av vørum og tænastum umvegis netið.
Nú nýggja árið er í sínum 5. degi eru longu tvey nýggj tilboð givin føroyingum í hesum árinum um keyp av vørum og tænastum umvegis netið.
“Tak fundin heimanífrá,” er yvirskriftin í einum tíðindaskrivi, sum Eik sendi út 2. januar. Í tíðindaskrivinum bjóðar bankin kundunum fíggjarliga ráðgeving og annað umvegis telduna.
“Við nýggju tænastuni Netprát ber til hjá tær at fundast við tín ráðgeva, uttan mun til hvar í verðini tú ert. Tað einasta, sum krevst, er telda við kamera,” skrivar Eik.
Og nú er tað elhandilin Elding, ið bjóðar seg fram á netinum.
“Keypir tú í nýggja nethandlinum Elding Online, so fært tú vøruna heim til hús innan 24 tímar, og nethandilin er bygdur soleiðis upp, at tað er bæði skjótt, lætt og trygt at keypa,” skrivar Elding um Nethandilin Elding Online, sum letur upp í dag. Meira enn 12.000 vørur eru at fáa í nýggja nethandlinum og tí kallar Elding seg fyri Føroya størsta nethandil.
Felags fyri Eik og Elding er, at tey eru lutfalsliga illa umboðað við deildum úti um landið. Tí kunnu tænasturnar á netinum geva eitt tættari samband við kundarnar.
“Royndirnar hjá stóru ketuni Elkjøp vísa, at nethandil stuðlar undir kundanøgdsemið, og at sølan í fysisku handlunum økist, tá nethandil er,” skrivar Elding í sínum tíðindaskrivi.




