Seinastu tíðina hava tey á fiskamarknaðinum kunna staðfest at trupult hevur verið at sloppið av við fiskin og fleiri dagar á rað standa kør av óseldum toski, longu og brosmu eftir á gólvinum tá sølan er liðug
Jens Christian Olsen, stjóri á fiskamarknaðinum, sigur at tað hann veit um hava teir ongantíð upplivað hetta áður.
– Seinastu dagarnar heva færri keyparar verið á marknaðinum og sum skilst er orsøkin tann at fiskagoymslurnar eru fullar av fiski.
– Tá sølan var liðug í morgun, stóðu umleið 25 tons av óseldum toski eftir á gólvinum og tað er rættuliga óvanligt.
– Eisini er trupult at sleppa av við fiskasløg sum brosmu og longu og er hetta ikki nakað, sum hevur verið vanligt í okkara vinnu.
– Tá tað ikki eydnast at selja á marknaðinum, seta vit okkum í samband við bátarnar og møguligar keyparar fyri at fáa semju um ein prís, fyri á tann hátt fáa umsett fiskin.
– Vit hava ongntíð upplivað hetta áður og er hetta ein staðfesting av, at keypiorka hjá brúkaranum er nógv minkað orsaka av kreppuraktu bankavinnuni.
– Bankakreppan gerð at nóg minni peningur er í umfari og harvið er keypiorkan hjá brúkaranum nógv minkað. Tá brúkarin ikki keypur fisk, fyllast goymslurnar hjá heilsølunum skjótt og áhugin at keypa fisk frá føroysku framleiðarunum minkar. Tí verða umstøðurnar hjá framleiðaranum at keypa fisk munandi verri og úrslitið er at bátar og skip hava trupult við at selja fiskin.
Lítið av fiski á jólum
Stjórin á fiskamarknaðinum sigur at tað verður neyvan lætt at fáa hendur á fiski á jólum.
– Harðasti streymur er 14. desember og seinasti dagurin at flyta av landinum er 19. desember. Tað vil siga at flestu bátar hava bara ein túr eftir og so verður ikki møguleiki fyri at senda fisk av landinum aftur fyrr enn 5. januar.
– Tí verður sera lítið av fiski á jólum í ár og trúgvi eg at hesin steðgurin fer at gagna fiskprísunum fyrst í komandi ári.
Stórur saknur í Kósini
Hóast Kósavirkið fyri stórstapartin hevur keypt fisk frá egnum trolarum og línubátum, er Kósavirkið ein stórur fiskakeypari í føroyskum mátistokki, sigur stjórin á Fiskamarknaðinum.
– Tað at Kósavirkið er steðgað upp merkist ikki einans í Klaksvík, men kring alt landið har bátar og skip eru.
– Teir eru ein av stóru keyparunum á fiskamarknaðinum og tá teir ikki eru, merkist tað sjálvsagt á fiskaprísinum.
– Avleiðingin er at bátar og skip úr øllum landinum fáa verri prís og hetta ávirkar lokalsamfeløg um alt landið.
– Tí vóna vit at Kósavirkið á ein ella annan hátt fer aftur til verka so skjót sum tilber, sigur Jens Christian Olsen, stóri á Faroe Fish Market .




