Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fleiri uglur at síggja í norðoyggjum

John William Joensen

Seinastu vikuna hava fleiri uglur verið at sæð í Norðuroyggjum.

Tekstur & mynd: Silas Olofson.

10. nov. var ein kattugla á Viðareiði og 16. nov. var ein kattugla úti í Grøv í Klaksvík og ein uglubóndi á Viðareiði. 

Í Føroyum eru fýra uglusløg skrásett. Hesi eru kattugla, lítil kattugla, snjóugla og uglubóndi. Uglubóndi er vanligast hjá okkum og sæðst av og á úti í haganum. Kattugla heldur til í skógum og sæðst tískil mest í Viðarlundum ella stórum havum her heima. Hetta slagið er eyðkent við at hava fjarðar, sum líkjast oyru. Lítil kattugla er sera sjáldsom og er bert skrásett tvær ferðir í Føroyum meðan snjóugla sæðst av og á úti í haganum. M.a. var snjóugla í vár sædd millum Múla og Fossánes. 

Harleywoodpaint