Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fleiri um boðið at keypa frystilínuskip til Flemish Kap

John William Joensen

Tey 12 skipini sum fiskaðu á Flemish Kap í summar fiskaðu til samans 3.144,9 tons sum vóru seld fyri ein miðalprís sum var kr. 8,85 pr. Kg. og sum skilst á Landsstýrismanninum er stórur áhugið at fáa part av kvotuni við Flemish Kap í 2014.

Tey 12 skipini sum fiskaðu á Flemish Kap í summar fiskaðu til samans 3.144,9 tons sum vóru seld fyri ein miðalprís sum var kr. 8,85 pr. Kg. og sum skilst á Landsstýrismanninum er stórur áhugið at fáa part av kvotuni við Flemish Kap í 2014.

Sambært Vørn var samlaða kvotan 3.154 tons og fiskað vóru 3.144,9 tons við Flemish Kap.

8 línuskipini fiskaðu 2.723 tons og 4 trolarar fiskaðu 421,9 tons

Kilo prísurin sveiggjar úr kr. 7,79 til kr. 9,81 og var miðalprísurin Kr. 8,85 pr. Kilo. Til samanberingar kunnu vit nevna at um somu tíð var miðalprísurin hjá skipum sum fiskaðu undir Føroyum í miðal 1 kr. hægri pr. kg.

Samlaða søluvirði hjá skipunum sum fiskaðu við Flemish Kap í summar var sostatt 27,8 mió. Kr. og landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum sigur at áhugin at sleppa aftur at royna við Flemish Kap er sera stórur.

Eg havi merkt at áhugin at sleppa at fiskað við Flemish Kap komandi ár er stórur og eisini eru tað fleiri sum hava ætlanir at fáa hendur á línuskipum sum hava frystiorku. Eg kann ikki siga so nógv meira um hetta men m.a. er áhugi úr Klaksvík eins og aðrastaðni í landinum.

– Vit arbeiða í løtuni við at orðað eina kunngerð og ætlanin er at hon skal líkjast tí sum var galdandi í ár og hon skal verða klár áðrenn jól soleiðis at bátar kunnu byrja fyrireikingar fyrst í komandi ári til at fara til fiskiskap, sigur Jacob Vestergaard í stuttari viðmerking.