Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fleiri um boðið hjá Fólkaflokkinum

John William Joensen

Tað tykist vera stórur áhugi at koma upp á listan hjá Fólkaflokkinum til býráðsvalið, og millum evnini er eisini dóttir Jógvan við Keldu, Gunnvá við Keldu

Jógvan við Keldu sum síðan 1980 hevur verið stóri atkvøðusavnarin hjá Fólkaflokkinum, boðaði í marsmánaða frá at hann ikki stillar upp hesuferð, og hetta hevur eftir øllum at døma fingið fleiri at síggja ein møguleika fyri at fáa atkvøður.

Jógvan við Keldu toppskorðari í Klaksvík
Jógvan bleiv fyrstuferð valdur í býráði í 1970 við 104 atkvøðum og sat fram til 1974 tá hann ikki stillaði upp aftur.
Í 1980 stillar hann upp aftur og fekk 208 atkvøður og bleiv síðani borgarstjóri.
Í 1984 fekk hann 330 atkvøður og sat fram til 1988 tá hann ikki stillaði upp aftur.
Í 1992 stillar hann upp og verður valdur við 338 atkvøðum og verður aftur borgarstjóri.
Í 1996 far Jógvan 339 atkvøður og situr sum borgarstjóri fram til valið ár 2000.
Við býráðsvalið í 2000 fekk Jógvan 315 atkvøður og situr í býráðnum sum vanligur býráðslimur fram til februarmánað 2004 tá hann var valdur í landsstýrið.