Vit hava nú havt verandi valskipan í 10 ár, og tá er nóg long tíð fráliðin til at kunna gera sær metingar um allar effektirnar av henni. Tað er skjótt at koma til ta niðurstøðu, at skipanin ikki hevur livað upp til ambitiónirnar. Hinvegin hevur hon livað upp til allar stúraninar, sum fólk kring landið gjørdu sær í 2007
Vit hava nú havt verandi valskipan í 10 ár, og tá er nóg long tíð fráliðin til at kunna gera sær metingar um allar effektirnar av henni. Tað er skjótt at koma til ta niðurstøðu, at skipanin ikki hevur livað upp til ambitiónirnar. Hinvegin hevur hon livað upp til allar stúraninar, sum fólk kring landið gjørdu sær í 2007
Miðsavningin hevur verið øgilig
Serliga hevur tað givið at bíta, tá skattainntøkur landsins skuldu býtast út aftur. Íløgur fyri omanfyri eina milliard eru gjørdar í Tórshavn, har veljaraskarin er størstur. Landsins størsta byggiverkætlan – fleiri siga landsins størsta byggigøla – hevur fingið meira enn eina hálva milliard, og seinasti spírin á tí trænum var ein eykajáttan uppá 113 milliónir afturat. Heilt fáar kilometrar haðani liggur Landssjúkrahúsið, ið hevur fingið aðra hálva milliard.
Í Klaksvík hava vit eisini merkt til miðsavning. Serliga tað at Føðideildin varð flutt til Havnar í 2010, umframt at vit sóu eina miðsavning av Læknavaktini, ið tíbetur er lutvíst løgd út aftur. Størsta miðsavningin er tó tann, sum er í gerð, har ætlanin er at taka fiskirættindi frá vinnulívsmonnum í Norðoyggjum og geva teimum aftur, ið á sinni seldu síni fyri risastóran vinning.
Samstundis síggja vit, at í útjaðaranum má berjast má um sjálvfylgjur sum tunlarnar norður um Fjall, molar til Klaksvíkar Sjúkrahús, og í Vágum fyri ikki at missa Sjóvinnustýrið av hondum aftur. Hetta er bæði løgið og skeivt, tá vit hugsa um ovurhonds stóru peningaupphæddirnar, ið verða játtaðar í miðstaðarøkinum.
Fleiri valdømi meira demokratisk
Í útvarpstíðindunum sunnukvøldið segði formaðurin í Fólkaflokkinum, at rættast hevði verið at endurskoðað valskipanina aftur. Um vit hyggja at demokratiska heiminum, so eru øll demokratisk lond uttan fimm – Serbia, Ísrael, Grønland, Holland og so vit – skipað í valdømi. Hetta er ikki uttan orsøk. Øll síggja tey fyrimunirnar av at hava øll øki í landinum umboðað.
Avleiðingin av at vit bert hava tað eina valdømið hevur gjørt, at veljararnir kring landið hava mugað leitað sær aðrar útvegir at fáa lokala umboðan á ting. Hetta hava teir gjørt við at velja kommunustýrislimir í Løgtingið. Soleiðis sita borgarstjórarnir á Tvøroyri, í Klaksvík og fyrrverandi borgarstjórin í Runavík á tingi, eins og borgarstjórin í Havn er vald á ting, men hevur frásagt sær borgarstjórasessin. Undanmaður hennara í borgarstjórasessinum og ein annar býráðslimur í Havn sita eisini á tingi, eins og borgarstjórin í Skopun er varamaður og á tingi nú.
Tað er eyðsæð, at hetta gevur trupulleikar, tí fólk kunnu ikki vera í fleiri støðum í senn. Herfyri hoyrdu vit, at borgarstjórarnir í Klaksvík og Vestmanna høvdu mist nógvar fundir í løgtingsnevndunum, men tað er ikki annað enn natúrligt, tá vit hava ta valskipan, vit hava.
Áheitanin herfrá til politikararnar skal ljóða: Lat okkum fáa eina valskipan, har øll landsins øki hava tryggjaða umboðan á Føroya Løgtingi.




