Verður tað sum Jákup Vestergaard ætlar, so kan roknast við at at kalla allir teir, sum vunnu okkum rættindi á Flemish Cap, nú als ikki sleppa at fiska har.
Verður tað sum Jákup Vestergaard ætlar, so kan roknast við at at kalla allir teir, sum vunnu okkum rættindi á Flemish Cap, nú als ikki sleppa at fiska har.
Tað er eitt óhugnaliga dapurt uppskot fyri eitt nú Norðoyggjar, sum landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum borðreiðir við.
Flestu munnu kenna søguna um Flemish Cap. Tað vóru fyrst og fremst skip úr Norðoyggjum, ið troyttu møguleikarnar har, sjálvt ikki allir vóru higani.
Upp ígjøgnum 60ini og 70ini var nógv fiska á Flemish Cap, men so gjørdust tíðirnar øðrvísi, og vit friðaðu Flemish Cap einvíst, helst um 1978.
Í 90 unum tók fiskiskapurin seg upp aftur, men tá vóru tað flakatrolararnir at royna har yv8iri og tað gjørdu teir líka til 99, tá økið við Flemish Cap bleiv stongt og varð stongt í 11 ár.
Í 2010 fingu vit aftur loyvi at fiska á Flemish Cap, og eisini tá blivu søgulig rættindi nýtt, flakatrolararnir hava roynt har síðani, í 2010, 2011 og 2012.
Nú ætlar landsstýrismaðurin nakað heilt annað. Hann ætlar at taka vunnin “heftsrættindi”, kann man væl siga, frá hesum skipum, og geva til sínar egnu.
Hóast man viðurkennir, at tað eru fyrst og fremst línubátar og harnæst flakatrolarar, ið eiga rættindi á Flemish Cap, so vendir landsstýrismaðurin 180 stig og sigur at djúpvatnstrolararnir skulu eiga rættindini fyrst og fremst, síðani skoytir hann línubátarnar uppí sum eitt eiti og steingir flakatrolararnar úti.
Skal farast eftir uppskoti landsstýrismansins, so fara bara línuskip yvir, ið hava frystilast. Fiskurin hjá teimum skal fiskast við línu. Tað er langt úr Føroyum á Flemish Cap, ein línubátur, ið ikki hevur møguleikar fyri olju og provianti til fleiri mánaðar man fara at hava ilt við at klára seg á fiskileiðunum har.
Sum rosinan í pylsuendanum, so verður skotið upp, at kvotan skal vera ein felagskvota. Tað vil siga, at línubátarnir skulu kappfiska við trolararnar. Tá er skjótt til at tað vera línubátarnir, sum koma at liggja eftir á.
Meira seinni!




