Hóast Hendrik Old løgtingslimur í Kringvarpinum í dag var sera avgjørdur um at royndin at geva ísfiskaflotanum tosk á Flemish Cap er miseydnað so er Jákup Mikkelsen formaður í tingbólkinum hjá Fólkaflokkinum ikki líka avgjørdur.
Hóast Hendrik Old løgtingslimur í Kringvarpinum í dag var sera avgjørdur um at royndin at geva ísfiskaflotanum tosk á Flemish Cap er miseydnað so er Jákup Mikkelsen formaður í tingbólkinum hjá Fólkaflokkinum ikki líka avgjørdur.
Sambært Kringvarpinum eru ísfiskatrolararnir Steintór og Niels Pauli givnir við fiskiskapinum á Flemish Cap, og hava sett kós ímóti Føroyum.
– Teir hava fingið í besta lagi 100 tons, so talan er um ein miseydnaðan ísfiskatúr. Skipini taka 240 tons, og høvdu vónað at fingið uppí. Tað bar ikki til at royna longur, tí tað tekur eina viku at sigla heim, og tí er vandi fyri, at fiskurin fer fyri skeytið, sigur skiparin við Kringvarp Føroya.
Enn er heldur tíðliga at gera niðurstøðu
Jákup Mikkelsen heldur at tað er heldur tíðliga at gera eina endaliga niðurstøðu.
– Um málið hjá landsstýrinum var at hjálpa heimaflotanum so kundi tað verið gjørt við at latið ymisku skipabólkunum eginkvotu við Flemish Cap.
– So kundu reiðarar fyrireika seg til fiskiskapin og gjørt íløgur í frystarí um tað var mett neyðugt. Eg haldi at partrolarar, flakatrolarar og línuskip kundu øll fingið gagn av kvotuni við Flemish Cap um man hevði handla øðrvísi politiskt.
– Eisini vil eg siga at tað er politiskur kleyvarskapur at man hevur drála so leingi við at útskriva kvoturnar tí sambært monnum sum kenna til fiskiskapin við Flemish Cap plagar hann at verða avtakandi tá mai mánaði er farin aftur um. Eydnast tað ikki at fiska kvotuna vegna politiskt drál er talan um álvarsmál.
– Men sum skilst ber eisini til at royna út á heysti, men tá kann veðrið verða meira svikaligt.




