Gestur Hovgaard váttar fyri Norðlýsinum at Flemming Nielsen hevur biði um at samráðingarnar við KÍ verða útsettar
Formaðurin í KÍ vil tó ikki siga meira um málið enn at vátta tíðindini um at Flemming Nielsen ikki longur er høvuðuskandidatur til venjarastarvið.
– Hann hevur av perónligum orðsøkum gjørt greitt at hann ikki kann taka nakra avgerð í løtuni. Hann hevur eisini undirstrikað at hann framvegis er áhugaður í at koma til Klaksvíkar, men sum sagt er hann av persónligum orðsøkum ikki førur fyri at taka nakra avgerð í løtuni.
Gestur sigur víðari at KÍ hevur allatíðina havt fleir møguleikar og at felagið tí nú arbeiður við øðrum møguleikum.




