Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Flemming Born, hálvur føroyingur stillar út í Ribarhúsi

Frits Johannesen

Fernisering leygardagin, 14. mai kl 16:00

Flemming er ein sjáldsamur listamaður. Havi altíð verið hugtikin av hansara tekningum og málningum, grafikki og skapum í viði og steini. Hann er føddur og uppvaksin á Eysturbrúgv í Keypmannahavn. Mamman, Sigrid Anthoniussen, mostir, var ættað úr Oyndarfirði. Pápin, Knút Born, var ættaður úr Hanstholm. Sigrid fór niður til Danmarkar fyri kríggið og hitti Knút í Føroyingafelagnum. Knút var losur í Keypmannahavn, og losaði hann mangt eitt føroyskt far út og inn í Keypmannahavn. Flemming eigur tveir brøður, Asmund – og Erik Born, sum eru væl fyri á tí listaliga økinum, tá ið tað kemur til at siga frá um list.

Tey búðu í Jens Munksgøtu, og var heimið eitt gott tilhald hjá ætt og vinum og mongum føroyingi. Sigrid doyði í 2008, og Knút í 2011. Tey rukku høgan aldur.

Flemming fyrstu ferð í Føroyum.

Fyrstu ferð, ið Flemming var í Føroyum, var 1953. Hann er føddur 7. mai 1951. Tá var hann bert 2 ára gamal. Longu tá sýndi hann síni skapandi evni við at savna smágrýti saman og leggja hetta í gongina í Ansastovu og hjá mostrini, Hannu á Bakkanum, í Fuglafirði. Enn minnast vit, hvussu lív kom í hesar smáu steintinnur og durin, tá ið tær nálgaðust uppat tí, sum var millum stavs og veggjar. Hetta grýti, sum kom undan hansara smáu hondum, fekk dur, gátt og gólv at liva á ein serligan hátt. Ein forsjón hevði lagt seg í durin, og hevur hon fylgt okkum og honum líka til dagin í dag. Hetta var ein listalig opinbering: Eingin er so mettur, at hann/hon ikki kann eta eitt egg við hvørs mans dyr. Svá er við listini. Henni er altíð rúm fyri og fær mangt og mikið at liva í eini dýpd, sum vit kunnu droyma um dag og dagliga. Ja, ein durur kann gott verða eitt helli, sum flytur okkum 30 – 40.000 ár aftir í tíðina, tá ið vit hugsa um hellimálningarnar í Frankaríki og Spania.

Síðani henda dag hevur henda installatiónin reikað í sinninum og flutt seg bæði hjá familju og kenningum. Haldi, at Flemming er millum tey frægu listafólkini í Danmark. Sigast má, at hann er eitt sindur fjalin og ikki andbráður og framtúrandi, men vinsælur, stillur og friðarligur og veit eina rúgvu um list. Listasøguna dugir hann á klónum.

Kvinna framman fyri vindeygað, sum minnist..

Ein mynd rennur mær í hugan, sum hann stillaði út á heysti 1976 á Charlottenborg: Kvinna framman fyri vindeygað, sum minnist..Vit bæði Alexandra hava málningin á vegginum, sum vit hava havt stóra gleði av. Henda inntonkta, gamla kvinnan hevur nú skjótt livað eitt heilt lív og er vovin í dustsins ár i spekt og sóma. Hennara tváttur í málninginum leggur seg yvir vindeygakarm, vindeyguni og teir smáu gluggarnar á húsavegginum næst við. Sprossarnir tala við hana um farnar dagar og nema við ljóslivandi løtur og skuggakendar farleiðir, sum farið varð um við stríð og strevi tíðliga og seint.

Har hon stendur eru karmarnir eins og ein onnur ramma um hana og urtapottin, ið farin er at lesa útgangsbønina. Hon heldur um eitt grønt blað, meðan tvey onnur hava lagt seg á karmin og bíða eftir at verða borin út. Hon klárar kanska einki annað enn at henta okkurt smátt, ið hevur lagt seg t. d. her í ein vindeygakarm, stól ella borð. At boyggja seg niður ímóti gólvinum er ein farin tíð. Gluggar og vindeyga hava síni eygu viðopin, meðan henda fitta omman blundar. Hon blundar og minnist farnar dagar, meðan eygnalokini liggja so javnt og savnt og njóta ta friðsælu stundini í hesum rúmi.

Tey bjørtu skýggini syngja sítt alfagra lag um farnar dagar og framtíðar vánir í fríðum lofti og lata av sær ljós, sum nemur við ta kenslusomu hondina, sum heldur um tað grøna blaðið. Ja eingin ivi er um, at hon nýtur løtuna, men í høvdinum liva farnar stundir, hendingar, sum vit eisini hóma, har hon gongur á grønum vølli í lívsins blóma. Tað er heilin, ið heldur um tað farna, meðan hondin heldur um tað, sum er nú, men sum eisini fer at hjána burtur og hvørva.

Alt er ein hvørvissjón, ja, sjálvt lívið er ein hvørvisjón.

Blågaardsgata

Tað er nógv vatn runnið í á síðani Flemming málaði henda málning í 1976, og hevur hann flutt seg á ymsan hátt. Tað hava altíð verið sælar stundir og hugaligt, tá ið komið var á gátt hjá Flemmingi, systkinabarninum, við Blågaardsgøtu í KBH og síggja hansara verk. Hann nemur aloftast við tað menninskjansliga, bæði í mótgongd og viðgongd, í einum surrealistiskum támi av kenslusomum skadduvindum, ið leggja seg um skap, lit og gróðrarmiklar lundir á jarðarinnar hólum bæði í sál og sinni. Hann er ein meistari at leita fram úr næstan ongum smá ting, sum í mannaeygum ongan týdning hava, men spretta undan hansara penslabørnum og fáa eitt nýtt lív.

Rákið í hansara seinastu málningum ber at tí føroysku natúrini og ikki so fáir málningar hava hjallin og sethús við sær við steinsetingum, rimum og gluggakarmum, men samtíðis er rokan kring húsini av tilgjørdum skapum allar vegir og steðir. Hetta er rættiliga áhugavert, at skapini nápa hvørt annað, liggja tætt sum børn í einari song. Tey kupisku skapini í fleiri øðrum málningum hjá honum eru bæði litrík, føgur, tosa væl saman og liva sítt sæla lív eins og í einum musikalskum tvátti av skaldskapi í sælum tónum. Ja, tað er almikið at nema við, tá ið flytingar í listini taka dik á seg og fara út um eingjagarðar, bygdaløg, hús, vindeygu og enda eins og í einum tónleikaheimi, har ongi mørk eru. Her er Flemming ein meistari, tí tú finnur allar ismur í hansara málningum. Í inntonktum skapum fær hann tey at liva saman sum brøður og systrar, men sanniliga eisini at tey arbeiða hvørt móti øðrum á einum grundlendi, sum ber brá av einum skaldakendum, surrialistiskum fløtti. Hann er ein meistari, tí dreymar hansara kunnu tykjast at verða óveruligir, men tá ið hann er árvakin, tekur Flemming hond um sína dreymaverð og leggur sítt tilvit oman yvir hesar hvørvisjónir. Alt hetta kemur at liva í myndum, sum ein dreymur. Vakurt, inniligt og ein sonn listalig uppliving.

Endi.

Í Oyndarfirði, niðri við Stórá, liggja tveir steinar, sum Flemming hevur høgt út. Hetta hevur hann gjørt einaferð í sjeyti árunum. Hesir steinar vóru farnir í gloymskunnar hav, men komu ein dag undan kavi aftur, og hildu fólk, at hesir steinar mundu vera fra víkingatíðini. Sjónvarpið kom upp í leikin, men hetta var ein stutt søga, tí sum Mia mostir segði, at tað var Flemming Born, systirsonurin, ið hevði tilevnað hetta “grýtið”, sum er ein dýrdarloka fyri hann, Ansastovu og allan Oyndarfjørð. Hetta varð gjørt eitt summarið, hann vitjaði í Oyndarfirði. Ja, listin og skaldskapurin liva í einari ævigari tilgongd í einari musiskari ond, millum fólk, tjóðir og lond.