Ert tú ein av monnunum, sum elskar fleskaflísar (bacon) til morgunmat? Ella er tað konan, ið dámar at forkela mannin við steiktari pylsu snimma á morgni? So burdu tit funnið upp á okkurt annað, at gleða magan við; altso, um tit hava í hyggju at framleiða børn í framtíðini.

Ein nýggj ritgerð frá “Harvard School of Puplic Health” staðfestir, at kjøt sum fleskaflísar og pylsur hava eina negativa ávirkan á sáðgóðskuna hjá manninum.
Kanningin vísti, at menn, ið bert eta ein lítlan bita av pylsu ella fleskaflís um dagin, hava 30 prosent færri vanligar sáðkyknur í mun til menn, ið ikki eta slíka føði so títt.
Orsøkin er tann, at fleiri av kjøtframleiðarunum geva djórunum hjá sær hormonir, ið gera at djórini vaksa skjótari og gerast størri. Hesar hormonir órógva samansetingina av hormonunum hjá monnum.
Kanningin kom samstundis til ta niðurstøðu, at menn, sum eta nógvan hvítan fisk, hava ta bestu sáðgóðskuna. Umframt at hesir hava ta bestu sáðgóðskuna, hava teir eisini størri ‘lagur’ av sáðkyknum.
So tað er bara at fara í gongd við at eta tosk og sild; tað skaðar ið hvussu er ikki.