13 av 20 klædnastylistum, sum hava tikið útbúgvingina hjá Sýran Design, arbeiða innanfyri økið. Summar høvdu viðkomandi arbeiði áðrenn og hava tikið útbúgvingina sum víðari– ella eftirútbúgving, men átta teirra hava fingið starv eftir próvtøkuna.
“Úrslitini av stylistútbúgvingini eru í allar mátar ein sólskinssøga. Málið er at menna tær til at virka á altjóða støði og tær arbeiða hart fyri at koma hartil. Við hollari vitan og góðari vegleiðing leypa tær avstað og skapa ótrúliga kreativar samansetingar. Tær eru framúr góðar og hevur próvtøkuuppgávan skaffa fleiri teirra arbeiði. Eisini eru tær sera ymiskar, sum er ein fyrimunur bæði fyri vinnuna og fyri tær sjálvar, tá tær skulu markera seg innan sítt yrki,” sigur Katrina í Geil, sum er undirvísari.
“Stylingarnar røkka støði á internationalum mótabløðum sum Vogue,” sigur Siri Sørensen, blaðstjóra á Kvinnu, sum aftur var próvdómari, nú triðja holdi av stylistum varð liðugt. Fleiri av stylistunum starvast fyri blaðið bæði við mótasíðunum og sum bloggarir á kvinna.fo eins og onkur teirra hevur arbeitt fyri Prei.
Spennandi verður eisini at síggja, hvat hendir í Gøtu, har tveir stylistar nú starvast í klædnahandilin Rokoko. Talan er um Eydis Skýlindal og Hannu Hansen. Tær eru báðar ótrúliga dugnaligar, hava stóra vitan og arbeiða sera kreativt við at skapa tað besta til kundan bæði til gerandis og til veitslu.
Aðrir handlar, sum hava stylistar í arbeiði, eru Optikbúðin og Niels L. Arge í Havn, Insito á Toftum og Sorella í Miðvági




