Myndarøð: Karl Heri Joensen, bóndi, og hansara hjálparfólk flettu veðrar í gjárkvøldið.
Myndarøð: Karl Heri Joensen og hansara hjálparfólk flettu veðrar í gjárkvøldið.
Karl Heri Joensen er ein av bóndunum í Gerðum. Hann hevur einsamallur hagan í Hellisdali umframt ein part av haganum fyri heiman í Gerðum. Karl Heri hevur eisini nógvar veðrar og hesir ganga heima.
– Vit flettu 15 veðrar í gjár. Tann besti vigaði 75 pund og miðalvektin var 60 pund, so tað var í lagi. 4 av teimum hava gingið á Grundum sum vit kalla tað, sum er við minnisvarðan í Gerðum, meðan hinir hava gingið úti á Oyragørðum, sigur Karl Heri Joensen við Norðlýsið.
Myndirnar eru tiknar á Gravarbø í gjár, tá Karl Heri og hansara hjálparfólk flettu veðrarnar.
Norðlýsið hevur meir um fjalldagin í Hellisdali seinni.
Norðlýsið vil fegið hava heyst myndir frá fjallgongum, fletting og øðrum, sum hevur við heystið at gera. Send eina ella fleiri myndir á info@nordlysid.fo




