Harleywoodpaint
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Flogbóltsgellurnar komnar til Jersey

Danial Viðoy

Oyggjaleikir: Nú eru allar kvinnurnar, sum skulu leika fyri tað føroyska kvinnulandsliðið í flogbólti komnar til Jersey. Tær seinastu fýra komu fyri lítlari løtu síðani úr Keypmannahavn.

Oyggjaleikir: Nú eru allar kvinnurnar, sum skulu leika fyri tað føroyska kvinnulandsliðið í flogbólti komnar til Jersey. Tær seinastu fýra komu fyri lítlari løtu síðani úr Keypmannahavn.

Sofía Purkhús, Elisabeth Purkhús, Eina Kalsø og Birgit Guttesen eru fýra av teimum, sum koma at mynda kvinnulandsliðið á Oyggjaleikum.

Sofía, Eina og Birgit hava allar havt eitt gott kappingarár í Amager Volley Klub, har tær megnaðu at flyta upp í bestu donsku flogbóltsdeildina. Elisabeth hevur leikt við Mjølni.

Hinar restirnar av liðnum hava flogið úr Føroyum.

Nú allar eru samlaðar, kunnu fyrireikingarnar av álvara byrja.

Tær lata ljóða, at tær eru spentar upp á uppgávuna á Oyggjaleikum 2015, og vóna tær allar, at vinna gull.

Sum tit hava sæð omanfyri, hava vit fingið eina ’sjálvie’ sendandi úr Jersey, beint sum tær fýra vóru lendar.