Leikarar skulu ikki longur taka í hondina á hvørjum øðrum undan dysti vegna smittuvanda frá H1N1, sigur flogbóltssambandið á heimasíðuni
Broytt mannagongd
í sambandi við dystir
Tíðindaskriv:
Til øll feløg! Tórshavn 18. november í 2009
Broytt mannagongd í sambandi við dystir
Vanligt hevur verið, at leikarar, venjarar, dómarar og onnur heilsa hvør øðrum undan og eftir dysti. Hetta hevur verið gjørt við at taka í hondina hvør á øðrum.
Nevndin í Flogbóltssambandi Føroya hevur gjørt av, at hetta verður steðga beinan veg og verður ikki tikið upp aftur, fyrr enn onnur boð verða givin.
Orsøkin er, at Svínakrímið / H1N1 ger um seg, og heilsan við at taka í hondina hvør á øðrum er smittukelda. Fyri at minka um smittuvandan verður hetta stig tikið.
Heitt verður tí á øll umboðsfólk at kunna ALLAR leikarar, venjarar, dómarar og øll onnur um hetta stigið.
Í sambandi við dystir skal framvegis verða heilsað. Tað kann verða gjørt við at nikka, vinka, tosa saman og ynskja góðan dyst ella takka fyri dystin osfr.
Vónandi taka tit øll væl undir við hesum neyðuga stigi.
Vinaliga
Flogbóltssamband Føroya
Magnus Tausen
Niclas Joensen
Rúna Hentze




