Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Flogbóltur: Anja og Trygvi ársins leikarar

Tíðindaskriv

Á stórari veitslu í Trongisvági leygarkvøldið varð funnið fram til Ársins leikarar í flogbólti 2016.

Liðformenn og venjarar hava stemma um hetta, og hjá kvinnunum fall valið á Anju Danielsen í Fleyr, sum gjørdist ársins leikari. Eisini var hon vald sum ársins áleypari.

Hjá monnunum varð Trygvi Hansen frá Ternuni valdur. Eisini hann var valdu ársins áleypari hjá monnum.

Samlaða yvirlitið er hetta:

Úrslitið hjá kvinnunum:

Ársins leikari: Anja Danielsen, Fleyr

Ársins hevari: Bojana Ivkovic, TB

Ársins blokkleikari: Sóleyð Mørch Poulsen, KÍF

Ársins álopsleikari: Anja Danielsen, Fleyr

Ársins verjuleikari: Femja Mortensen, TB

Ársins stjørnuskot: Magnhild Jacobsen, Fleyr

Ársins venjari: Jóhan Petur á Stongum, SÍ

Úrslitið hjá monnunum:

Ársins leikari: Trygvi Hansen, Ternan

Ársins hevari: Ólavur Jensen, SÍ

Ársins blokkleikari: Suni Juul Petersen, SÍ

Ársins álopsleikari: Trygvi Hansen, Ternan

Ársins verjuleikari: Jóhan Petur á Stongum, SÍ

Ársins stjørnuskot: Johan Arni E. Wang, Fleyr   

Ársins venjari: Rajko Petrovic

Ársins dómari: Jan Hentze