Úrtøkan hjá Mjølni var 100%, tá á gallaveitsluni um vikuskiftið varð atkvøtt um heitið ársins blokaduleikarar hjá bæði monnum og kvinnum. Mjølnir fekk her báðar leikararnar, sum vóru Tina Jacobsen og Trúgvi Poulsen. Tað var Anna Múller Jacobsen, sum handaði teimum báðum steypini vegna Norðoya Sparikassa, ið hevur latið tey.




