Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Flogbóltur – EIK-ligan kvinnur: Mjølnirkvinnur taptu 0-3 men lítil málmunur

Norðlýsið ÍTROTTUR

Eftir eina góða byrjan upp á kappingina við sigrum í báðum teimum fyrstu dystunum, hevur eydnan ikki verið Mjølnirkvinnum eins blíð í 3. og 4. umfari.

Næstan í eitt mannaminni var besta kvinnuliðið hjá Mjølni oddalið á hvørjum ári, har liðið ongantíð endaði lægri enn nr. 2 og ofta var føroyameistari.

Fyri nøkrum árum síðan kom so eitt ættarliðsskifti í felagnum, sum gjørdi, at liðið nú í eina tíð hevur ligið í lægra endanum av stigatalvuni.

Men nú er eitt og annað, sum bendir á, at Mjølnir-kvinnur eru á veg uppaftur. Í øllum førum eru úrslitini byrjað at batna.

Í fyrsta dystinum í EIK-liguni vunnu Mjølnir-kvinnur heimadystin ímóti ÍF, og í næsta dystinum vunnu tær aftur, ta ferðina á KÍF á útivølli.

Men nú er aftur stígur komin í sigursrøðina.

Fyrst taptu tær á heimvølli fyri SÍ, og nú um vikuskiftið varð aftur galið.

Besta kvinnulið Mjølnirs var um vikuskiftið á Giljanesi og spældi ímóti Drátti, og hóast munurin í hvørjum einstøkum setti var rættiliga avmarkaður, so vunnu Mjølnirkvinnur tó einki sett, og dysturin endaði tí 3-0 til Drátt.

Úrslitini í hvørjum einstøkum setti vóru: 25-18, 25-21 og 25-23

Við hesum er støðan í EIK-liguni hjá kvinnum henda:

1)  SÍ            4 dystir    8 stig
2)  Dráttur    5 dystir    8 stig
3)  Fleyr        4 dystir    6 stig
4)  Mjølnir     4 dystir    4 stig
5)  ÍF            4 dystir    4 stig
6)  KÍF          6 dysti      2 stig
7)  TB           5 dystir     0 stig

Sostatt er Mjølnir framvegis væl við í kappingini í EIK-liguni.