Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Flogbóltur, EIK-ligan menn: Mjølnir-menn uttan stig

Norðlýsið ÍTROTTUR

Mjølnir taptu 1-3 fyri Fleyri, men lítil munur í settunum.

Vit hava áður skrivað, at unga mansliðið hjá Mjølni er á veg fram, hóast liðið í inniverandi kapping enn einki stig hevur vunnið sær í bestu deildini, EIK-ligan hjá monnum.

Sunnudagin vóru Mjølnir-menninir í Havn á vitjan í Gundadalshøllini, har Fleyr tók ímóti.

Hesin dysturin, millum Fleyr og Mjølnir, er tann stóri gamli klassikarin í føroyskum flogbólti, at samanbera við Kyndil-VÍF í hondbólti og KÍ-HB í fótbólti.

Í ár er liðið hjá Mjølni eitt sindur skert í mun til undanfarin ár, tí eingir útlendingar eru á liðnum longur. Hesir hava verið berandi kreftir, so tað sigur seg sjálvt, at tað tekur tíð at byggja liðið uppaftur uttan hesar.

Úrslitið av dystinum í Havn sunnudagin var hetta:

Gundadalshøllin 21. desember 2008 kl. 14:00
Fleyr – Mjølnir  3-1
25-19
23-25
25-15
25-21