SÍ vann oddadystin á Mjølnir-kvnnum í KÍ-høllini sunnudagin við settmuninum 3-1, men munurin var lítil í hvørjum setti.
Tað hevur gingið væl hjá Mjølnir-kvinnunum higartil og áðrenn dystin ímóti SÍ sunnudagin lógu tær á odda í landskappingini eftir at hava vunnið 3-0 á bæði ÍF og KÍF.
Liðið er tað sama sum í fjørð, men munurin er at tær hava vant regluliga síðan 1. august.
SÍ hevði eisini vunnið sínar tveir fyrstu dystir, so talan var um ein oddadyst, og hann var eisini javnur.
Settúrslitini vóru:
23-25
19-25
25-22
21-25
Sostatt vann SÍ dystin og legði seg harvið á fyrstaplássið í EIK-liguni.
Støðan í EIK-liguni er nú henda:
1) SÍ 3 dystir 6 stig
2) Mjølnir 3 dystir 4 stig
3) Dráttur 3 dystir 4 stig
4) Fleyr 3 dystir 4 stig
5) ÍF 3 dystir 2 stig
6) KÍF 3 dystir 0 stig
7) TB 2 dystir 0 stig




