Tað gjørdist SÍ dreingir 16, sum blivu Føroyameistarar eftir ein sigur á Fleyr.
Fyrsta setið vann SÍ 25 – 19, meðan annað settið gjørdist munandi javnari. Fleyr førdi móti endanum 23-21, men SÍ kempaði seg inn í dystin aftur, og liðini skiftust um at verða frammanfyri til SÍ at enda dróg longra stráðið og vann settið 33-31. Eitt spennandi og vælleikt sett av báðum pørtum.
Seinasta settið endaði 25 – 20 til SÍ, og harvið gjørdist SÍ dreingir 16 Føroyameistari.
Heiðurmerki og teyp vóru handaði av Bjarna Hammer, býráðslimi í Tvøroyrar Býráð.
Tað gjørdist SÍ dreingir 16, sum blivu Føroyameistarar eftir ein sigur á Fleyr.
Fyrsta setið vann SÍ 25 – 19, meðan annað settið gjørdist munandi javnari. Fleyr førdi móti endanum 23-21, men SÍ kempaði seg inn í dystin aftur, og liðini skiftust um at verða frammanfyri til SÍ at enda dróg longra stráðið og vann settið 33-31. Eitt spennandi og vælleikt sett av báðum pørtum.
Seinasta settið endaði 25 – 20 til SÍ, og harvið gjørdist SÍ dreingir 16 Føroyameistari.
Heiðurmerki og steyp vóru handaði av Bjarna Hammer, býráðslimi í Tvøroyrar Býráð.




