Kvinnuunglingarnir hjá Fleyr eru Føroyameistarar 2016, eftir ein 3-0 sigur á Mjølni.
Seinasta vikuskifti tapti Fleyr 3 – 1 ímóti Mjølni, men hetta broyttist í dag, tá Fleyr vann ein tryggan 3 – 0 sigur á klaksvíksingum.
Settini endaðu 25 – 16, 25-17 og 25 – 18..
Heiðurmerki og steyp vóru handaði av Tóka Niclasen og Dianu Nolsø frá Alval.




