U-17: Danmark – Føroyar, 3 – 0 (25-19, 25-12, 25-18).
U-17: Danmark – Føroyar, 3 – 0 (25-19, 25-12, 25-18).
Góð byrjan
Føroysku dreingirnir hildu á frá góða dystinum ímóti Svøríki í fyrsta settinum ímóti Danmark.
Liðini vóru púra jøvn allan vegin upp ígjøgnum settið, og føroyska liðið vísti sera gott spæl í øllum frá móttøku til álop. Støðan var 19-19, tá ið Danmark dró so mikið frá, at settið koppaði til teirra.
Byrjanin á 2. setti var tann sama upp til 9-9, og tað sást ikki munur á Føroyum og Danmark. Men so steðgaði móttøkuspælið, og í einum fór Danmark frá 9-9 upp á 18-9, og so var settið var mist.
Føroyska liðið kom sterkt aftur í triðja setti, og helt seg inni í settinum, men tó ongantíð so tætt, at føroysku dreingirnir rættiliga kundu hótta donsku leiðsluna.
Eftir hetta var dysturin av álvara í ferð við at koppa til Danmark, og í 3. setti var í grundini ongantíð ivi um vinnaran, og settið endaði við einum sigðri til Danmark upp á 25-18, og harvið eitt 3-0 tap til Føroyar.
Dagsins leikari: Oskar í Haraldsstovu




