Leygarkvøldið var stór Gallaveitsla í Sørvági á Hotel Vágur. Tað var SÍ sum fyriskipaði
Leygarkvøldið var stór Gallaveitsla í Sørvági á Hotel Vágur. Tað var SÍ sum fyriskipaði
Undan veitsluni høvdu venjararnir og liðformenninir á einstøku liðunum stemma um ársins leikarar v.m..
Úrslitið gjørdist hetta:
Ársins álopsleikari hjá monnum: Niels Erik Anderson, SÍ
Arsins álopsleikari hjá kvinnum; Anna Sunadóttir Hansen, Dráttur
Ársins verjuleikari hjá monnum: Jóhan Petur á Stongum, SÍ
Ársins verjuleikari hjá kvinnum: Barbara Herdalur Poulsen, Dráttur
Ársins stjørnuskot hjá monnum: Ingolvur Olsen ÍF og Jón Weihe Simonsen, SÍ
Ársins stjørnuskot hjá kvinnum: Inga Helena Henriksen, SÍ
Ársins venjari hjá monnum: Boban Ilic, ÍF
Ársins venjari hjá kvinnum: Elisabeth Sandberg Rasmussen, Dráttur
Ársins dómari: Sonni Zachariasen
Í bólkinum hjá Ársins Stjørnuskotum hjá monnum, stóð á jøvnum millum Igolvur Olsen og Jón Weihe Simonsen, og fingu báðir heiðursplátu.
Tveir persónar,sum vóru heiðraðir, vóru ikki til staðar á Gallaveitsluni, og tí tók Jóhan Arni Elisson Wang ímóti heiðrinum fyri Niels Niclasen, sum ársins hevari hjá monnum og Tróndur Høgnason Hansen tók ímóti heiðrinum fyri Boban Ilic, sum ársins venjari hjá monnum.




