Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Flogbóltur, meistaradeildin kvinnur: Kvinnurnar hjá Mjølni møta eisini ÍF í finaluni sunnudagin

(
John Færø)

Eftir at kvinnurnar í meistarabólkinum leygarkvøldið avgreiddu sínar dystir, er greitt, at báðar finalurnar í meistarabólkinum í Mjølnir-kappingini verða millum Mjølnir og ÍF. Kvinnufinalan verður kl. 14 og mansfinalan kl. 16 sunnudagin.

Tað verður ein dupult uppgerð millum Klaksvíkina og Fuglafjørð í KÍ-høllini, tá finalurnar í Mjølnir-kappingini verða leiktar seinnapartin sunnudagin.

Besta kvinnuliðið hjá Mjølni vann í innleiðandi umfarinum fyrst 2-0 á Fleyr og síðani 2-1 á ÍF, sum var nóg mikið til at tryggja teimum sæti í finaluni sunnudagin.

Mótstøðuliðið í finaluni verður aftur ÍF, eftir at fuglfjarðakvinnur seint leygarkvøldið vunnu tepran sigur á TB.

TB hevur frammanundan vunnið sær atgongd til stóru steypafinaluna í vár, har mótstøðuliðið altso verður vinnarin av Mjølnir-kappingini – tvs. antin ÍF ella Mjølnir.

Finalan hjá kvinnunum verður, sum nevnt sunnudagin kl. 14, meðan menninir leika kl. 16.

Ilt er at siga, hvør er favorittur at vinna. Dysturin millum ÍF og Mjølnir í innleiðandi spælinum leygardagin var rættiliga javnur og mátti út í ein javnbrótara, áðrenn avgerð fall.
Mjølnir-kvinnurnar spældu tó rættiliga væl og tóktust at hava gott tak á grannaliðnum úr Fuglafirði – spennandi verður!

Koyrið á, Mjølnir!