Hóast Mjølnir-kvinnur sunnudagin taptu tepurt fyri ÍF-kvinnum á Kambsdali, so eru allar súðir als ikki syftar í kappingini um føroyameistaraheitið sunnudagin hevur Mjølnir heimadyst ímóti KÍF, meðan ÍF skal suður til Trongisvágs at møta TB.
Um TB vinnur á ÍF sunnudagin, samstundis sum Mjølnir vónandi vinnur á botnliðnum KÍF í KÍ-høllni ja, so eru Marjun og tær aftur á odda í landskappingini.
So tætt er tað í oddanum millum bestu føroysku kvinnuliðini.
Støðan nú 3. umfør resta:
1) ÍF 20 stig
2) Mjølnir 19 stig
3) TB 18 stig
4) Dráttur 9 stig
5) Fleyr 5 stig
6) KÍF 1 stig
Írestandi dystirnir hjá oddaliðunum eru hesir:
hjá Mjølni:
02-03: KÍF heima
08-03: TB úti
16-03: Fleyr heima
hjá ÍF:
02-03: TB úti
09-03: Dráttur úti
14-03: KÍF heima
hjá TB:
02-03: ÍF heima
08-03: Mjølnir heima
16-03: Dráttur heima




