Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Flogbóltur, meistaradeildin kvinnur – Mjølnir-Fleyr 3-0: Mjølnir-kvinnurnar eru bara 1 stig frá oddanum

Oliver Joensen

Sum støðan er nú, verða Mjølnir-kvinnur bara 1 stig frá fyrstaplássi, tá stigini í næstum verða skorin niður í helvt, og 4-5. januar verður Mjølnir-kappingin, tá tær skulu royna av vinna sæti í steypafinaluni.

Flogbóltskappingin er nú í hæddini, og eftir eina kanska eitt sindur trilvandi byrjan tykjast Mjølnir-kvinnurnar at vera komnar betur fyri seg.
Í øllum førum hava tær megnað at hildið fast um sína støðu sum oddalið saman við TB og ÍF, sum í løtuni eru 2 stig frammanfyri tær. Tá stigini í næstum verða skorin niður í helvt hjá øllum liðum, verður hesin munur bara eittans stig!!

Tær ungu royndu
seg ímóti Fleyr.
Eins og hjá monnunum eru eisini kvinnurnar hjá Fleyri í einum aldudali í løtuni. Leygardagin vóru tær á vitjan í KÍ-høllini, og hóast Mjølnir var tvær av sínum bestu fyriuttan, so vunnu tær dystin uttan stórvegis trupulleikar. Vera Larsen og Tina Jacobsen vóru hvørgar við.
Hetta gav teimum yngru leikarunum møguleikan at fáa meira leiktíð, og tá úrslitið eisini gekk eftir vild, nýtti venjarin, Gencho Genchev høvið at seta allar tær ungu inn á liðið.

Durita Ljósstein
framtíðar leikari.
Ein av teimum heilt ungu í besta hópinum hjá besta kvinnuliðnum er Durita Ljósstein, sum einans er 14 ára gomul.
Hóast sín sera unga aldur, leikti Durita leygardagin við allan dystin, har hon kláraði seg væl.
Sum Norðlýsið skilir á Mjølnir-leikarum, so síggja tey stórar møguleikar í hesum unga leikara, um hon heldur fram sum hon ger nú.
Mjølnir vann dystin leygardagin 3-0.

Mjølnir-kappingin –
atgongd til finaluna.
Tað eru 2 kappingar, sum geva vinnaranum atgongd til sjálva steypafinaluna, sum verður til várs og verður bæði sjón- og útvarpað.
Fyri flogbóltsfeløg og -leikarar er hesin dystur blivin tann heilt stóri, og tað hevur tí stóran týdning, um tað skuldi eydnast Mjølni enn einaferð at kvalifisera seg.
Í Fleyr-kappingini, sum var tíðliga í heyst, gekst ikki so væl hjá Mjølnir-kvinnum, sum tá vórðu slignar út longu áðrenn endaspælið.
Tær hava tí nakað at rætta uppaftur, nú Mjølnir-kappingin verður longu fyrsta vikuskiftið í januar – tvs. leygardagin 4. og sunnudagin 5. januar 2003.
Kravið er, at tær vinna, um finalusessurin skal vera tryggur fyri teirra viðkomandi, men um tær skulu tola at gerast nr. 2, so má tað vera ímóti TB, at tær tapa finaluna, tí TB vann eisini Fleyr-kappingina. Um so verður, kann tað enda við einum eyka kvalifikatiónsdysti ímóti ÍF, sum tapti fyri TB í finaluni í Fleyr-kappingini.